Ein tónleikaferð gjøgnum jólaevangeliið

“Nú eru Jól” er heiti á jólakonsertini sum verður í Skúlanum við Løgmannabreyt, leygarkvøldið 15. desember, kl. 19.00.

 

Fyriskipararnir lýsa konsertina sum eina tónleikaferð gjøgnum jólaevangeliið.

 

Tað er samkoman Lívdin í Hoyvík, sum skipar fyri konsertini og tónleikararnir koma í høvuðsheitum haðani. Afturat sær hava tey fingið kendar sangarar sum Mariu á Lakjuni, sum longu hevur givið fleiri fløgur út, og Jóhan Magnus Gunrim, sum nokk er best kendur fyri at syngja sangin hjá Øssuri Berghamar, Kvirra um fjøll og fløtur. Bæði manskór og barnakór syngja eisini á konsertini.