Ein tónleika-sjónleikur fyri alla familjuna

Aldubáran og Tjóðpallur Føroya framføra í hesum døgum tann litríka tónleika-sjónleikin um harlekin.

Restina av vikuni verður spælt í Norðurlandahúsinum og hetta er ein leikur fyri bæði stór og smá og hann er sermerktur við tað, at hann er fullur tónleiki og dansarum og sjónleikarum í stuttligum búnum

Tað er tónasmiðurin, Kári Bæk, ið hevur hevur skrivað nýggjan tónleik til hesa sýningina.

Leikurin er bygdur á søgu hjá Ulf L?fgren. Gunnvá Zachariasen leikstjórnar, og tað er Anna Kristin Bæk, ið hevur týtt søguna og gjørt búnar og pallmynd.

Harlekin er ein sera visuellur leikur har tónleikur og sjónleikur, dansur, skemt og álvari verður flættað saman í eina litríka heild, siga tey á Tjóðpallinum.

Harlekin er við í einum sjónleikarabólki, sum kemur til ein bý. Hansara leiklutur í bólkinum, er at vera tann klodduti býttlingurin, sum hini flenna at.

Hendan leiklut dámar honum tó einki. Hann vil ikki vera býttlingurin, sum hini gera gjøldur burtur úr og tí ætlar hann sær at rýma úr bólkinum.

Myndirnar eru frá Tjóðpallinum