Ein tími til deadline

Leygardagin 16.00: Ein tími er nú eftir at bjarga samgonguni, áðrenn lagnutingfunin, sum verður settur klokkan 17. Sosialurin skilir, at útlitini fyri, at samgongan verður bjargað ikki eru góð

 

 

Samgongukreppa

John Johannessen


»Nú er nokk!«

Undir hesum rakstrarrópi halda sjálvstýrissinnað mótmælisfund á Vaglinum í Havn í hesi løtu.

Fundarfólkið heldur, at løgmaður hevur svikið samgonguna, eftir at hann boðaði frá, at hann ikki tekur undir við eini fólkaatkvøðu um bundnan sjálvstýrisleist.

Røðararnir stuðla fult og heilt Høgna Hoydal í avgerðini at leggja fyri tingið uppskotini um bundnan sjálvstýrisleist og at staðfesta sjálvsavgerðarrætt Føroya fólks, sum Høgni Hoydal bar Løgtingsskrivstovuni seinasta mikudag. Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokkurin standa eisini framvegis fast við, at uppskotini skulu leggjast fram á tingfundinum um ein tíma, hóast mómæli og hóttanir frá Anfinn Kallsberg.

? Sjálvsagt standi eg fast við, at uppskotini ikki skulu leggjast fram, var einasta viðmerkingin frá Anfinn Kallsberg, løgmanni, tá Sosialurin hitti hann á Gamla Apoteki fyri løtu síðani.

Fundarvirksemið á Gamla Apoteki hevur verið stórt síðani leiðararnir fyri samgonguna skiltust av fundi í Tinganesi á middegi í dag. Fundurin varð settur klokkan 17 í gjárkvølið og varð hildin út í eitt við einum steðgi á nakrar tímar í nátt.

Á Gamla Apoteki eru tingmanningarnar fyri flestu politisku flokkarnar savnaðar. Runnið verður óført millum hølini hjá teimum ymisku flokkunum, og sum skilst eru møguleikarnir fyri nýggjari samgongu opnir. Tveir ávísir politikarar hava kortini verið lítið at sæð í dag. Hesir eru Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, og Anfinn Kallsberg, løgmaður. Gitingarnar eru, at løgmaður ætlar at slíta samgonguna og skipa nýggja við Javnaðarflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.

Men tað er ein stór avgerð at sløkkja ein respirator, sum eitt av tingfólkum Fólkafloksins tók til fyri løtu síðani.

Eitt er tó heilt vist, og tað er, at ein avgerð fellur innan ein tíma.