Ein tími broytti alt

Hóast hon hevði vunnið Ársins Songrødd 2008 vóru tað neyvan allir føroyingar, ið komust við navnið Anna Nygaard. Í dag veit størsti parturin av danska kongaríkinum, hvør 18 ára gamla gentan úr Runavík er. Sosialurin hevur hitt Annu Nygaard í Keypmannahavn, har hon í kvøld skal syngja beinleiðis fyri meira enn einari millión hyggjarum í X Factor

– Tað er øgiliga undarligt, so skjótt alt broytist. Ein tíma áðrenn, eg fyrstu ferð var at síggja í X Factor, kendi eingin í Danmark meg. Ein tíma eftir sendingina sat eg í metroini og ein drongur kom til mín og spurdi, um eg ikki var hon í troyggjuni.
Drongurin, sum kendi Annu Ny­gaard og troyggju hennara aftur, var bara fyrsta tekini um, at danir høvdu tikið Annu Nygaard og rødd hennara til sín.
Dagin eftir var hon at finna á for­síðuni á Ekstra Bladet, sum spáddi hana at hava stórar kjansir í kappingini. Í vikublaðnum Se & Hør var umtalan av Annu Nygaard so mikið góð, at tey mettu hana vera besta boðið upp á ein nýggjan vinnara.
Anna Nygaard kom so syngjandi víðari í stóru sjónvarpskappingini, men so broyttist alt. Í donsku bløðunum greiddi Anna Nygaard frá, hvussu hon fekk eitt »black-out« í næstu sendingini, har tað eisini var um reppið, at hon ikki kom víðari.
Eftir hetta hevur Anna bæði fingið rós og onkur meira álvarsom brá frá dómaranum Remee, sum hevur ábyrgd av henni og tveimum øðrum luttakarum í kappingini.
– Fólk hava fingið eina mynd av, at eg havi havt upp og niðurtúrar og tað er eisini í lagi. Eg kann framvegis læra nógv ting, greiðir 18 ára gamla songkvinnan frá.
– Eg føli heldur ikki, at fólk hava misskilt meg ella fingið eina skeiva mynd av mær, sigur Anna, sum er ógvuliga tilvitað um, at X Factor er líka so nógv sjónvarpsundirhald sum tað er ein sangkapping.

Natúrligt og tó
Anna hevur fingið nógv pláss í send­ingunum higartil, men hevur kortini ikki heilt vant seg við, at hon í tíð og ótíð er at síggja í lýsingum á DR1.
– Bíða, bíða, nú komi eg í sjónvarpið, sigur hon brádliga meðan vit práta í lobby’ini á Wake Up Hotel mitt í danska høvuðsstaðnum. Har býr hon saman við fleiri av hinum luttakarunum í X Factor.
Anna smárennur yvir til sjón­varps­skermin, har ein lýsing fyri X Factor-sendingina í kvøld koyrir. Smílandi kemur hon gangandi yvir aftur til borðið. Tað er eyðsæð, at Anna als ikki hevur vant seg við, at hon eitt andlit, sum fyri tey flestu er líka so natúrligt at síggja á skíggjanum í løtuni, sum tað er at síggja Sigrún Brend, Helle Thorning Schmidt ella Høgna Hoydal.
Hóast hetta, so sigur Anna, at tað ikki kennist undarligt at verða partur av stóra apparatinum, sum X Factor nú er.
– Tað kennist faktiskt meira natúrligt, enn eg helt tað fór. Fólkini eru øll so fitt og vit hava tað so gott saman luttakararnir. Vit kundu eins væl bara verið vinir og ikki kent hvønn annan gjøgnum hesa kappingina, greiðir Anna Nygaard frá.
Kortini hevur hon meira enn so fangað seg sjálva í at hugsa um, hvussu stórt tað er, sum hon er í gongd við.
– Wow, hetta er so vilt. Tað er so sjúkliga stórt, sigur Anna, tá eg biði hana seta orð á teir tankar, sum fara í gjøgnum hana hesar løtur.
– Hetta er mín størsti kjansur nakrantíð, leggur hon aftrat og eygu hennara lýsa av gleði.

Avgjørd og stílfull
Til at gera sær dælt av hesum møgu­leikanum, hevur Anna fingið hjálp frá millum annað dómaranum Remee. Í sendingunum, vit hava sæð higartil, hevur hann sagt seg vilja hjálpa Annu, sum eftir hansara tykki var farin eitt sindur av kós tónlistarliga.
– Eg hevði brúk fyri hjálp og tað havi eg av sonnum fingið. Tað fáa tit at síggja í kvøld, sigur Anna avgjørd.
Hon greiðir frá, at vit higartil hava sæð eina kenslusama og bleyta síðu av sær og teimum sangum, hon hevur sungið.
– Nú arbeiði eg við at definera meg sjálva sum artist, og í kvøld fáa tit fyrsta brotið av tí, sigur Anna smílandi.
Sambært henni skulu vit rokna við at síggja eina meira avgjørda, stílfulla og samhangandi framførslu í mun til tað, vit hava sæð higartil.
– Hyggjarin skal rokna við, at eg traðki í karakter.

Trúgvin eingin forðing
Sum menniskja manglar Anna upp á ongan máta karakter. Glað, fyrikomandi og nærverandi er unga kvinnan. Og hóast hon hevur sera nógv um oyruni í hesum døgum, hevur Anna bæði beinini plantað so ruddiliga í jørðini. Sambært Annu sjálvari, er ein partur av orsøkini til hetta hennara trúgv. Anna er Jehovas vitni.
– Eg havi heilt tilvitað valt, ikki at tosa um tað. Jehovas vitni skal ikki vera mín søga. Tað er bara mín trúgv og tað hevur gjørt meg til tann, eg eri. Tað liggja eisini so nógvir fordómar knýttir at Jehovas vitnum, men tað leggur ongar teymar á meg ella mína luttøku í X Factor, sigur Anna, sum eisini hevur tosað við vikublaðið Billed Bladet um evnið.
– Tað er einki hokuspokus í tí. Eg livi eitt púra vanligt lív og haldi ikki, at mín trúgv avmarkar meg, segði hon millum annað í samrøðu við danska blaðið.

Dyrnar verða latnar upp
Heilt vanligt er hennara lív tó ikki. Anna er einasti føroyingurin í heiminum, sum í kvøld skal syngja beinleiðis, meðan langt omanfyri ein millión av hyggjarum sita sum á nálum.
– Vit høvdu eina roynd mikudagin, har vit framførdu á pallinum. Alt var sum tað verður í kvøld, bara dómarar og hyggjarar manglaðu. Men meðan eg bíðaði eftir, at dyrnar til pallin vórðu latnar upp, so hugsaði eg við mær sjálvari, at hetta faktiskt eru tær dyrnar, sum fara upp, tá X Factor verður sent í sjónvarpinum, greiðir Anna frá.
Seinastu árini hevur hon sitið heima og hugt, meðan somu dyr vórðu latnar upp fyri eitt nú Martin frá Ørum og Lindu Andrews. Í kvøld verða somu dyr latnar upp fyri henni.