Tað tók ikki langa tíð hjá Landsbankanum at selja tær 1,5 milliardirnar í lánsbrøvum, sum bankin setti til sølu í gjár.
- Tað gekk, sum væntað. Lánsbrøvini vórðu seld innan fyri ein tíma, sigur stjórin í Landsbankanum, Sigurð Poulsen.
At lánsbrøv fyri so stóra upphædd vóru rivin burtur eftir lítlari løtu kemur als ikki óvart á landsbankastjóran.
- Nei, tað undrar meg ikki. Vit hava eitt gott samskifti við íleggjararnar, og vit hava samstundis eina rating hjá Moody’s sum sigur AA2, og tað bøtir sjálvandi um hjá teimum íleggjarum, ið ikki kenna okkum framman undan, sigur Sigurð Poulsen.
Landsbankin hevur alla tíðina fingurin á pulsinum á marknaðinum, og um teir ikki eru í føstum beinleiðis samskifti við allar íleggjarar, so hava teir sínar keldur, sum teir troyta.
- Tá vit bjóða út lánsbrøv, fara vit út til teir íleggjarar, sum vit meta eru áhugaðir í føroyskum lánsbrøvum. Men neyðugt er samstundis at ansa eftir, ikki at yvirselja lánsbrøvini, sigur Sigurð Poulsen.
Selt verður til bæði stórar og smáar íleggjarar og selt verður bæði í Føroyum og uttanlands. Men enn hevur Landsbankin ikki nakað yvirlit yvir, hvussu nógv er selt í Føroyum og hvussu nógv er selt aðrastaðni.
Gjalda skuld
Seinast Landsbankin bjóðaði út lánsbrøv var í mai mánað í fjør, og tá var talan um trý-ára lánsbrøv, har rentan var ásett til 3,6%.
- Vanliga seta vit lánsbrøv til sølu, tá lán og avdráttir falla til gjaldingar, men vit royna altíð at halda okkum til at bjóða lánsbrøv út bert einaferð um árið, sigur Sigurð Poulsen.
Hann sigur, at lánsbrøvini, ið nú eru seld, eru fýra-ára lánsbrøv, men enn er ikki heilt greitt, hvør rentan verður.
- Trý-ára lánsbrøvini í fjør vórðu seld tikl eina rentu á 3,6%, men lánsbrøvini, sum vórðu seld í gjár, fara helst at liggja í undirkantinum av teirri rentuni, sigur landsbankastjórin.
Tær 1,5 milliardir krónurnar, sum lánsbrøvini geva, skulu nýtast lutvíst at gjalda fyri hallið á fíggjarlógini í ár, 780 milliónir krónur, lutvíst eitt hall frá í fjør á 196, avdráttir koma til 24 milliónir og seinastu 550 milliónirnar skulu nýtast til eitt lán, ið fellur til gjaldingar í ár.
Sigurð Poulsen sigur, at fyribils má roknast við, at lánsbrøv fara at verða boðin út komandi árini.
- So leingi, sum vit hava hall á fíggjarlógini, verður neyðugt at fíggja hesi hall, og tá eru lánsbrøv ein góður máti. Tí má roknast við, at vit fara at bjóða út lánsbrøv so leingi, sum hall er á fíggjarlógini, sigur Landsbankastjórin.
Lánsbrøvini verða boðin út til stórar íleggjarar, smærri íleggjarar og so eisini bankar, sum gjarna selja lánsbrøvini víðari til smáar íleggjarar.
Hesaferð tók tað so bert lítla løtu at sleppa av við lánsbrøv til 1,5 milliardir krónur.