Kai Vágfjall
Kæru íslendsku frændir! Tað hitar hjarta okkara, at tit, brøður okkara, veita okkum dyggan moralskan stuðul, í stremban okkara at loysa okkum úr donskum hjálandahafti og vinna okkum fullveldi.
Her hugsi eg m.a. um heimasíðina
www.fullveldi.org, har ein hópur av íslendingum hava víst okkum samhuga. Somuleiðis tøkk fyri tær greinar, sum tit hava sent til okkara fullveldissíðu www.fullveldi.fo. Stóra tøkk skulu tit øll hava.
Eina serliga tøkk til altingsmannin Steingrím J. Sigfusson, sum ikki fýrdi fyri at seta danska forsætisráðharranum Poul Nyrup Rasmusen (PNR) næskar spurningar viðvíkjandi fullveldistilgongdini. Samstundis má eg biða íslendingar um umbering fyri ófólkaligu framferini hjá okkara umboði í Norðurlandaráðnum Dan R. Petersen, sum gjørdi øllum føringum fyri skommum.
Tað er hugstoytt, at tað skal finnast í okkara egna landi, slík fólk og slíkur flokkur, sum sigur seg arbeiða fyri javnaða, frælsi og brøðralagi, men sum av øllum alvi renna ørindir fyri eina aðra tjóð, ímóti sínum egnu. Hetta skilja tit íslendingar neyvan, tí slíkir skutilsveinar funnust og finnast ikki í Íslandi. Ísland er reint. Hvat kalla íslendingar slík???
Men eitt eri eg sera harmur um, og tað er at eingir íslendskir ella aðrir norðurlendskir stjórnarlimir hava víst sína ónøgd við harrendu framferðina hjá donsku stjórnini mótvegis føringum. Fyri mær sær tað út, sum um teir ikki vilja fornerma PNR, og geva sostatt Føroyar upp til skutils.
Hevði nakað annað land, longur burturi í heiminum, borið seg soleiðis at ímóti einum øðrum landi, sum Danmark ger mótvegis Føroyum, høvdu helst allar norðurlendsku stjórnirnar talað harliga at, men nú tað er ein norðurlendsk tjóð, sum stríðist fyri frælsi, sær tað út sum um øll hini norðurlondini bara lata eyguni aftur, sum um føringar als ikki eru til fyri teimum.
Einaferð enn stóra takk til allar íslendingar og gott nýggjár.
GUD SIGNIÐ ÍSLAND OG FÓLK TESS!