Ein tøkk til Súsonnu Joensen fráfarandi dagrøktaleiðari í Gøtu kommunu

Av tí at tað bæði í útvarpi og sjónvarpi hevur verið borið fram, at dagstovnurin í Gøtu er kærkomin, tí at dagrøktin bert hevur virkað »hampuliga væl«, kann tú kanska, um tú ikki veit betur, fáa tað fatan, at so er.

Alt gott um at ein dagstovnur er komin á føtur í bygdini, men tað eru ikki bert karmarnir, sum telja, men so sanniliga eisini innihaldið, og sum ein klók kona einaferð segði: »Tú skal ikki breggja tær av verkinum, áðrenn tað er fullfíggjað.«

Vit hava búð her í fýra ár, og halda vit, at dagrøktin hevur riggað sera væl - við tær sum leiðara væl at merkja. Dagpelygumammurnar fingu rós í útvarpinum fyri arbeiði sítt, og halda vit, at tað er ikki meir enn rímiligt, at tú eisini fær rós, tí tað hevur tú uppiborið sum fáur.

Tá samanberast skal við aðrar dagrøktir, so kann veruliga sigast, at vit her í kommununi ikki hava verið aftan fyri aðrar, tvørturímóti. Tú Súsanna hevur gjørt, at dagpleygan hevur havt møguleikan fyri at fara í fimleikarhøllini eina ferð um vikuna, tá lok var lagt á svimjihylin, og svimja einaferð um vikuna um veturin; samstundis fekk tú í lag spælistovu, og ikki at gloyma forskúlan, sum var ein sonn gleði fyri børnini, ið skuldu byrja í skúla, tí tiltøkini vóru nógv í forskúlanum. Eisini fyriskipaði tú legur, sum tú sjálv gleðiliga luttók í, og sum børnini tosaðu nógv um, aftaná tey vóru komin heim, og sum tey enn minnast við gleði.

Tú hevur eisini verið ófør at lata dagpleygumammurnar sleppa á fleiri ymisk skeið, sum vit foreldur hava verið fegin um. Tú fekst eisini eina fasta sjúkradagpleygumammu setta, fyri at børnini ikki skuldu fara til fleiri ymiskar dagpleygumammur, um nú teirra egna gjørdist sjúk.

Eisini veit eg, at tú hevur havt sera gott samstarv við aðrar kommunalar dagrøktir, og altíð hevur verið fús at geva eina hjálpandi hond, tað hava vit so sanniliga merkt sum foreldur.

Súsanna, tú er í okkara eygum ein sjáldsom orka, bæði fyri okkara børn og ikki minst fyri okkum sum forledur, við tínum sera blíða, milda, glaða, smílandi, tolna og kærleiksfulla lyndi sum er fáum beskorið. Eitt, sum vit eisini hava upplivað sjálv, eru tíni serligu evnir at síggja tingini frá fleiri ymiskum sjónarhornum, eisini um tað er tú sjálv, sum er offur. Hetta eru evni, ið eru sera sjáldsom at síggja, men samstundis eru hetta evni, sum allar fyritøkur og stovnar ynskja og droyma um, at ein stjóri ella leiðari hevur. Tú hevur eisini evnini at virða onnur, ið ikki hava somu áskoðan, sum tú, uttan at briksla ella yvirbevísa tey um, at tín sannleiki er tann einasti rætti; hetta hevur givið okkum foreldrum tann tryggleika at kunna koma til tín við einum og hvørjum, sum hevur ligið okkum uppá hjarta.

Vit vóru skelkað og stóðu púra býtt, tá vit frættu, at tú ikki fekst bjóðað arbeiði á dagstovninum, ein sovorðnan kapasitet kann man ikki lata fara, hildu vit.

Men sum ein gamal seyðarmaður einaferð segði, at tað er sjáldan tann, ið rópar harðast á rættina, sum hevur æruna av, at seyðurin er komin í rætt.

Vit og børnini vilja takka tær fyri tíðina, tú hevur havt børn okkara undir hond, og vóna vit, at rættur myndugleiki eisini fer at vísa takksemi sítt fyri munadygga arbeiði títt fyri børn og foreldur í bygdini øll hesi árini.


Takk fyri Súsanna.

Diana Borgnýardóttir, Pauli Gregor Hentze og børnini