Ein tøkk til Janus Mohr, útvarpsmann

Johs.Andr. Næs

Ein tíð er nú liðin, síðan eg varnaðist, at Janus Mohr var hildin uppat at arbeiða í Útvarpi Føroya. Tað kennist saknur í Janusi.
 
 Soleiðis var eisini, tá ið Ívar Iversen fór. Tað var ein fløvi við røddum teirra, og innihaldið varð borið fram so natúrliga, sum sótu teir í stovuni saman við tær, sjálvt um evnini, teir arbeiddu við, vóru eitt sindur ymisk. Tað fløvaði nú fyri stuttum at hoyra Ívar siga frá barnaárum sínum.
 
 Janus hevur ikki verið so lítið av einum »pioneri« í Útvarpinum hesi 20-30 árini, hann hevur arbeitt har  tey fyrstu árini í frítíð síni, áðrenn hann varð settur í fast starv. Tann gløggi stjórin Niels Juel Arge sá, hvar Janus hevði síni evni og sín áhuga. Og eftir tí mynstri varð Janus settur í starv. Nú var frítíð arbeiði og arbeiði frítíð hjá Janusi. Soleiðis gekk Janus upp í sínar sendingar og sítt arbeiði. Ein fyrimynd hjá mongum.
 
 Sendingarnar hjá Janusi Mohr vóru altíð gjølla fyrireikaðar, og Janus dugdi væl at fáa dugandi fólk at samarbeiða við seg um tað, sum teimum var hugur á. Hann kendi fólk um alt landið, og sjálvur var hann væl kendur.
 
 Í sendingum sínum fevndi Janus um musikk, um sang og sálmar. Tær vóru andligar og mentunarligar: Morgunandaktir hvønn morgun, sálmar og sangir hvørja viku, gudstænastur hvønn halgidag, tað heilaga evangeliið hvørt leygarkvøld og føroyskir sangir hvønn sunnudag kl. 13.40.
 
 Janus Mohr hevði ein týdningarmiklan ans fyri miðvíst at taka upp og varðveita okkara sálma- og sangskatt, so at tú úr hesum keldum kanst taka fram tað, sum tær nýtist í sambandi við tað evni, tú viðger á hesum øki. Og tað er næstan ikki tað lag  ið hvussu er í sálmabókini  sum Janus ikki sjálvur dugir, og hann hevur tí verið til stóra hjálp hjá teimum, hann samarbeiddi við um sendingar.
 
 Sendingarnar hjá Janusi eru teirra millum, sum fólk flest lurta eftir. Hesa ábyrgd hevði Janus, og hann røkti hana væl. Eitt dømi lýsir hetta. Ein húsmóðir við fullari stovu av fólki ein sunnudag kl. 13.40 sigur hart við myndugleika: »Nú tiga tit, tí nú kemur Janus!«
 Ein av teimum góðu álitismonnum er farin úr Útvarpinum. Vit eru mong í landinum, sum bera Janusi Mohr bestu takk fyri gott og trúfast arbeiði.