Ein tíðarmynd av føroyskum tónleiki

Nú er ein nýggj tónleikaárbók komin á føroyska marknaðin. Ein spildurnýggj bók ? øll í litum ? við tilfari um tónleikalívið í brátt farna ári. Fyrsta bókin av hesum slagnum kom út í fjør. So nú verður aftur lagt í vaðið.
? Tað eydnaðist so væl í fjør, at vit valdu at royna aftur í ár, sigur Eyðun Klakstein, sum hevur redigerað bókina.
? Ætlanin er, at bókin skal koma út á hvørjum ári framyvir.
Bókin í ár er longri enn bókin, sum kom út í fjør. Hesuferð telur hon 132 blaðsíður.
? Vit hava vaksið um hana, tí tað var neyðugt. Vit hava tikið ymiskt nýtt við, so tørvur var á meira plássi. Fleiri nýggir tættir og yvirlit eru við hesuferð, greiðir Eyðun Klakstein frá.
Eyðun sigur, at onkur spurdi um man ikki átti at givið eina tílíka bók út annað hvørt ár, tí Prix Føroyar bara er annað hvørt ár.
? Bókin í ár, at tónleikur í Føroyum er nógv meira enn Prix Føroyar. Sjálvandi, Prix Føroyar fyllir nógv teir mánaðirnar tað er, men tað er so nógv annað. Í ár hava til dømis nógvir bólkar verið uttanlands ? nógv fleiri enn vanligt, og tað sæst eisini aftur í bókini.
Bókin inniheldur eisini nógvar myndir, sum ongantíð eru sæddar fyrr. Myndir frá bólkunum, tá teir hava verið uttanlands. Sum dømi kunnu nevnast myndir við Teiti Lassen í upptøkuhølum í Spania, Shalder í Argentina, umframt myndir úr Íslandi, Danmark, Noregi og so framvegis.
? Denturin er lagdur á popp og rokk tónleik, men annað hevur eisini fingið pláss í bókini. Tað er Studio Pegasus, sum gevur bókina út, sigur Eyðun, sum saman við Steintór Rasmussen hevur lagt bókina til rættis.
Bókin er bygd á greinar, sum hava staðið á pop.fo og í Sosialinum seinasta árið, men alt tilfarið er skrivað og redigerað av nýggjum. Eisini eru fleiri nýggjar greinar við. Ætlanin er framyvir, at víðka bókina, bæði, hvat viðvíkur síðutølum og tættum.
Tónleikur 2002 fæst nú til keyps í sølubúðunum, og kostar hon 159 krónur.