Ein syrgilig sjón

- Hetta er óveruligt, og hetta er sum at síggja ein film, sigur 55 ára gamli, Sveinn Ari Gudjónsson, sum arbeiðir í fiskiídnaðinum í Grindavík.

Tíðliga í morgun visti íslendska kringvarpið RUV at siga, at grótbræðingin, sum hótti Grindavík, er minkandi.

 

Í gjár rakti grótbræðingin trý hús í útryðjuni av Grindavík, men tíðliga í morgun vóru sambært RUV ikki tekin um, at fleiri hús ella bygningar vóru rakt.

 

Hetta er aðru ferð í fýra vikur, at Ísland verður rakt av eldgosi, og hesaferð er grótbræðingin komin so nær býnum, at hús í útryðjuni eru rakt.

 

Í Grindavík búgva umleið 4000 fólk, men her eru øll enn einaferð flutt burtur, nú eldgosið hótti íslendska strandabýin.

 

Hetta er fimta eldgos, sum rakar Ísland eftir minni enn trimum árum. 

 

- Í einum lítlu býi sum Grindavík, har vit øll kenna hvønn annan, eru vit sum ein felags familja. Tað er syrgiligt at síggja hetta.

 

Tað sigur Sveinn Ari Gudjónsson við tíðindastovuna, AFP.

 

- Hetta er óveruligt, og hetta er sum at síggja ein film, sigur hin 55 ára gamli, sum arbeiðir í fiskiídnaðinum í Grindavík.