Nýskrivaða kantatan "Jørð" eftir Róa Patursson og Kára Bæk verður framførd av Aldubáruni og kórinum Tarira á gallatiltakinum í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið. Enn kenna vit ikki tónarnar, sum Kári Bæk fer at ríka okkum við, men av sonnum er tað hjartanemandi aftur at kunna uppliva slíkt verk eftir Róa Patursson. Hatta er ein fantastisk yrking. Ein skapanarmyta um globalisering. Orðini ganga hond í hond, og hvør regla er eitt hugtak, ið lýsir modernaða menniskjað og náttúruna. Hon er pakkað við ljóðum, litum og myndum, og er fylt við lív, vón, kærleika, deyða og friði. Ein supernova.
--
JØRÐ
1.
Losnandi úr einkisleiki.
Neistar úr alheims sorta.
Blunk av tilvildum.
Áleiðis til allastaðna noyðslur.
Ein nærkandi sláttur.
Eitt tám av gleði.
Eitt lot av undran.
Ein kvirra.
2.
Vit laða staðin Jørð.
Opin í allar ættir.
Kærleiki, tak okkum.
Vitan, kenn okkum.
Tú góði látur, vitja okkum.
Tú harða frælsi, lýð á okkum.
3.
Her rennur skil millum veru og einki.
Sús frá hvørvandi tíðum.
Fjakkarar úr øllum oyðum.
Hugsa staðin Jørð.
Fylgi kleyra sólarrisið niður.
Reikandi í løstaðum barndómum.
Gudar á veiðiferð.
Í hvørjum sletti eitt vet av ongum.
Skav frá kvørkveggju og kykti.
Smílur av hømiliu og haga.
Teskan frá trilvandi ásjónum.
Teskan frá ævisøgnum.
Ráki av gerandismolum.
Ráki av stundandi holdi.
Glint frá menniskjabygdum.
Skyggjan frá heimaeldi.
Ein vælvorðin verð.
Her rennur skil millum veru og einki.
4.
Vit finnast á strondini.
Vindurin dansar í tínum hári.
Ein skuggi streyfar títt andlit.
Vit hoyra glefsini.
Og fata dagsins sannindi.
Havið er svart av vónum.
Vit dansa á tíð.
Vit dansa í sólarroða.
Vit dansa í holdsanga.
Vit dansa í tónaveldi.
Vit dansa í sjórama.
Vit dansa í ókunnumáli.
Vit dansa ævigt soleingi vit liva.
Vit droyma staðin Jørð.
Eitt lot av undran.
Eitt tám av gleði
Ein farandi sláttur.
Losnandi úr allastaðna noyðslum.
Neistar úr alheims sorta.
Blunk av tilvildum.
Ein kvirra.









