Ein superhetja er torfør at steðga

Superhero bardist ímóti tøkniligum og metereologiskum forðingum, og megnaðu sum fyrsti bólkur veruliga at seta lív í fólki á graslíkisvøllinum aftan fyri Kelduna. Bólkurin hevði ferðast í tvey og eitt hálvt døgn fyri at koma á Fjarðafestivalin, og sambært bólkinum sjálvum var tað bert orsakað av dugna- og ørskapi hjá føroysku flogmanningini, at teir komu vegin fram, áðrenn teir skuldu á pallin. Men teir komu fram, og tað var gleðiligt, tí hóast bólkurin var merktur av longu ferðini, var framførslan ein jalig uppliving. Bólkurin var tó nógv skerdur, tí gittarleikarin var álvarsliga sjúkur og slapp ikki við, og beint áðrenn fráferðina mátti eisini avloysarin avlýsa.

 

Umframt ferðina og sjúku var teknikkurin ímóti bólkinum, ljómborðið helt uppat við at rigga beint áðrenn konsertina, hetta seinkaði henni nógv, og sama ljómborð spældi teimum puss fleiri ferð gjøgnum framførsluna, eins og aðrir tøkniligir trupulleikar høvdu steðgir við sær.

 

Hetta saman við regninum, ið alsamt gjørdist tættari, taldi niður. Men Superhetjan bardist víðari, og tónleikurin var góður. Skotland hevur í hesum ártúsundinum verið ein ein tónlistarligur orkudepil, og Superhero er einki undantak. Tónleikurin var ordiliga skotskur, ella kanska heldur ordiliga bretskur, tí nakað hoyrdist av valisisku Manic Street Preachers í teirra tónleiki. Løgini vóru góð og fangandi, og framførslan sum heild nokkso góð, hóast onkrir tónar ikki vóru heilt reinir, og okkurt spæl ikki heilt í topp. Men mest av øllum var tað undirhaldandi. Tað gjørdist tó nakað nógv av tí góða, móti endanum, tá teknikkurin aftur var svikaligur, og tað samstundis fór at oysa niður.