Tað vóru nakrir troyttir, men sera væl nøgdir KÍ-smádreingir, sum komu aftur av altjóða fótbóltsfestival í Århus seinasta leygardag.
Fótbóltskappingin byrjaði longu dagin eftir, teir vóru komnir, og KÍ-smádreingirnir spældu fimm dystir, har teir taptu tveir, vunnu tveir og spældu ein javnt. Hósdagin spældu teir so ein vinardyst, sum teir vunnu við ikki minni enn 12 málum móti einum. So sjálvt um onkur ivaleyst hevði sett nøsina upp móti einum betri úrsliti, so var samlaða avrikið avgørt ikki av leið.
Íløga í framtíðina
Hóast liðið ikki kom við í endaumfarið hesuferð, so ivast Hans Jacob Heinesen, ið er annar av venjarnum, ikki í, at dreingirnir hava lært sera nógv á túrinum. Ikki minst um liðmoral ella ?team-spirit?.
- Dreingirnir er kominir at kenna hvønn annan betri og tora tí uttan iva betri at siga tað, teir hugsa. Og betri teir kenna hvønn annan, jú størri ábyrgd føla teir fyri felags innsatsinum. Hetta er alt nakað, tú kanst byggja víðari á seinni, og tí síggja vit avgjørt ein slíkan túr sum eina íløgu í fótbóltsframtíðina hjá dreingjunum og harvið eisini í framtíðina hjá felagnum, sigur Hans Jacob.
Festival-hugni
KÍ-smádreingirnir vóru lidnir við kappingina mikudagin, og tað gav teimum so mikið meir tíð til eisini at taka sær av løttum. Og teimum nýttist ikki at fara langt fyri at stuttleika sær. Økið, har teir hildu til, var skipað sum festivaløkið, har ein rúgva av undirhaldi og tiltøkum av ymsum slag vóru at fara til. Og onkran túr í Djurs Sommerland og Tivoli bleiv tað eisini tíð til, áðrenn leiðin gekk heimaftur til Klaksvíkar.