Ein super-Bond

Longu áðrenn fyrsta frumframsýningin av nýggjasta James Bond filminum hevur verið, hava filmsummælarar sagt, at Daniel Craig ikki verður gamal í sessinum sum tann nýggi James Bond.
Tað eru tó ikki øll, sum eru so samd í hesum. Millum annað fyrrverandi Bond-hetjan, Roger Moore, sum eftir hondini er vorðin 79 ára gamal.
- Eg eri troyttur av, at øll leypa á neyðars Craig. Og sjálvur ivist eg ikki í, at hann verður framúr í leiklutinum sum James Bond.
Bio-hyggjarar fáa so møguleika at gera sína egnu niðurstøðu, tá Casino Royale, sum nýggi filmurin eitur, verður framsýndur. Hetta verður seinni í hesum mánaðinum.