- Tá eg fari í summarfrí, fari eg eisini í summarstøðu – við sløktari fartelefon og tað heila. Geri eg ikki tað, so tosi eg í telefon alla tíðina, og so er einki vunnið, sigur Hugo Skorastein.

Summarfrí við ongari fartelefon

- Eg planleggi næstan ikki, tí eg eri so øgiliga spontanur. Tað er beint nú, og so nái eg tað, eg nái, sigur Hugo Skorastein.

 

- Tá eg fari í summarfrí, fari eg eisini í summarstøðu – við sløktari fartelefon og tað heila. Geri eg ikki tað, so tosi eg í telefon alla tíðina, og so er einki vunnið, sigur Hugo Skorastein.

Vit hava spurt nøkur tilvildarlig fólk, hvat tey fara at brúka summarfrítíðina 2022 til, og um tey fara út at ferðast í summar. 

Gleðir tú teg at fáa summarfrí?

- Eg eri komin í tann aldurin, at summarfrítíðin er kærkomin, men um eg gleði meg so øgiliga nógv – ja, tað veit eg ikki. 

Tað sigur Hugo Skorastein.

Hvat fert tú at brúka summarfrítíðina til? 

- Tá eg fari í summarfrí, fari eg eisini í summarstøðu – við sløktari fartelefon og tað heila. Geri eg ikki tað, so tosi eg í telefon alla tíðina, og so er einki vunnið. Eg fari í summarfrí í einar tvær til tríggjar vikur, og eg fari at slappa av, sigur hann. 

Fert tú at ferðast – í Føroyum ella uttanlands?  

- Eg ætli mær onkran túr í Føroyum, men eg fari ikki at gráta, um hetta ikki verður til nakað. 

Hugo Skorastein sigur, at hann fer eisini ein túr av landinum við bili beint eftir ólavsøku.

- Tað at eg fari av landinum, hevur eisini nakað við veðrið at gera. Eg havi verið av landinum einaferð síðan 2019, og hetta var frá november 2020 til februar 2021. 

Hann heldur fyri, at líka so lítið summarsligt, sum tað var, líka so lítið summarsligt hevur veðrið verið higartil í ár. 

- So, D-vitamindepotið er so at siga skralltómt. Her skal fyllast í, og tað verður í langar banar, sum Hugo Skorastein tekur til. 

Hvat søkir tú mest, tá tú ferðast – samveru, støð ella sól? 

- Eg fari ikki at siga, at eg søki so øgiliga nógv annað enn betur og heitari veður, enn tað er her í Føroyum. Tað er ikki altíð, at túrurin rakar á besta summarveður, men sum oftast, tíbetur. 

Hann sigur, at hann er ikki tann stóri planleggjarin, tá ræður um at ferðast.

- Eg planleggi næstan ikki, tí eg eri so ógvuliga spontanur. Tað er beint nú, og so nái eg tað, eg nái, og rest fær frið, sigur hann.

Hugo vísir á, at hann eigur tveir brøður í Danmark, umframt systkinabørn, aðra familju og vinfólk, og hann ætlar sær á gátt hjá nøkrum teirra.

- Eg eigi eisini eina svigarinnu í Sveis. Mær dámar ógvuliga væl at ferðast hagar, og eg havi brúkt nógvar summarferiur har. Merkiligt nokk havi eg ikki verið á skíðferð í Sveis enn, men tað kann broytast, heldur hann fyri. 

Hann sigur, at um brennievnið verður so nøkulunda keypandi, tá vit koma inn í august, ætlar hann sær við rúkandi ferð eftir E45 teir stívliga 1400 kilometrarnar úr Danmark til Sveis. 

- Tað er gott at fáa bilin útblástan, og E45 er ein fínur máti at avgreiða tað á.

Hann leggur aftrat, at um brennievnið ikki verður keypandi, verður hann helst bara verand í “móðurlandinum” – vónandi saman við konu og synum í nakrar dagar.

- Men, tey hava eisini onnur at vitja, so vit verða ikki saman alt summarið, leggur Hugo Skorastein aftrat.

 

 

 

 

 

- Tá eg fari í summarfrí, fari eg eisini í summarstøðu – við sløktari fartelefon og tað heila. Geri eg ikki tað, so tosi eg í telefon alla tíðina, og so er einki vunnið, sigur Hugo Skorastein.