Ein suðuroying á Fólkating!

Tað er ein stórur heiður at umboða Føroyar uttanlands. Tað er at gera Føroyar størri, tað er at fáa høvi at taka tøk og avrika nakað fyri heimlandið, bæði á vinnuliga, politiska og á tí privata økinum.

 

At vera føroyskur fólkatingslimur kann eisini á nakrar hættir samanberast við at vera Føroya umboðsmaður, tí tú fært høvi at tæna tjóðini og hennara áhugamálum.

 

Javnaðarflokkurin hevur í mong valskeið verið væl umboðaður á Fólkatingi. Petur Mohr Dam, landsfaðirin og stovnarin av Javnaðarflokkinum, tvøramenninir og løgmenninir Atli Dam og Jóanes Ejdesgaard - og seinast Sjurður Skaale, ið hevur verið ein sera virkin politikari á Fólkatingi.

 

Ein annar er sandvíkingurin Johan Nielsen. Hann er ikki ímillum okkara longur, men bæði danir og føroyingar minnast hann enn við virðing. Hann gjørdi seg sjónligan við sínum virkna luti í Fólkatinginum. Hann var framúr røðari, og sum flestu suðroyingar var hann stuttligur og dugdi væl at taka til. Hann var eisini væl kendur í donskum miðlum. Johan Nielsen var heilur, har hann var, tiltikin og sjálvandi javnaðarmaður um ein háls!

 

Tað er framvegis tørvur á einari javnaðarrødd á Borgini. Ongantíð betur um hon er úr Suðuroynni. Verði eg valdur, skal eg ganga í fótasporunum hjá áðurnevndu javnaðarumboðum, serliga Johans. Eg vil arbeiða fyri at knýta bond millum danskt og føroyskt vinnuliv. Eg fari ikki at sita stillisliga í einum horni, meðan mál verða avgreidd - eg vil hinvegin royna at fáa ávirkan, har eg meti, tað kann gagnast okkum føroyingum.

 

Sjálvur eri eg løgreglumaður av yrki, og so leingi løgreglan er danskt áhugamál burturav, vil eg arbeiða fyri áhugamálini hjá mínum starvsfeløgum.

 

Vit føroyingar skulu halda fast um okkara ræðisrætt á hav- og landgrunnum okkara. Tí vil eg arbeiða fyri, at Føroyar framvegis skulu vera uttanfyri ES. Einans á hendan hátt kunnu vit tryggja, at til dømis uppsjóvarvirkið á Tvøroyri - og uppsjóvarvinnan sum heild - framhaldandi fær nóg mikið av fiski til sítt virksemi og eisini kann fara undir nýggjar útbyggingar, suðuroyingum og føroyingum at frama.

 

Mín telefon fer altíð at vera tendrað! 00298  58 75 38

 

Bjarni Hammer

valevni fyri Javnaðarflokkin