Richard Danielsen
--------
Ein túrur við Ms. “Atlantsfarið” Kg 452 til Ný Funnland 1956
Túrurin, sum gjørdist ein succes, men kundi havt enda soleiðis:
“Atlantsfarið sum fór úr Grønlandi herfyri til Ný Funnlands er saknað, eingin hevur hoyrt frá teimum, síðani teir fóru úr Grønlandi.”
Tíbetur vóru vit spardir, men bert eitt stig var ímillum okkum og deyðan.
Í eini sending á torginum á Rás 2 herfyri, vóru nýggjar og gamlar upptøkur av sangi spældar. Ein sangur var frá 1949, sungin av Júst í Túni, Toftum, sum tá var 30 ára gamal. Har var nevnt um henda úrmæling, at hann skipaði fyri, at fyrsti kraftblokkurin var settur í føroyskt skip “Brestir”, og vit vita hvønn týdning hetta hevði fyri sildafiskiskap og uppisjóarfisk annars, og hevur tað enn tann dag í dag.
Eg kom tá at hugsa um aftur, sum eg havi mangan fyrr, at Júst setti tríggjar ferðir nakað í verk, sum hevur havt so stóran týdning fyri okkum føroyingar. Eins og tað við kraftblokkinum, so slóðaði Júst eisini fyri Ný Funnlandsfiskiskapinum og somuleiðis fyri ælingini í Føroyum. Hann byrjaði í smáum í Skálafirði við trimum hylum, og seinni útbygdi hann í Sundalagnum í streymasjógvi. Í dag eru, um eg minnist rætt, 40% av útflutningi okkara ælilaksur. Um alt hetta hevur Helgi Jacobsen skrivað í frálíku bók síni um Júst.
Tað fyrsta av hesum brøgdum var Ní Funnlandsfiskiskapurin. Hetta gjørdi Júst í 1956, tá ið vit fóru til Ný Funnlands við Atlantsfarðinum. Tað var byrjanin til Ný Funnlandsfiskiskapin. Eg var ein av teimum, sum hevði tann framíhjárætt at vera við Júst í nøkur ár, og upplivdi eisini at vera við hendan áhugaverda túrin. Hann tosaði um hetta túrarnar frammanundan, vit vóru tveir túrar í Íslandi hetta árið, og tá ið vit fóru til Grønlands, varð avgjørt, at vit møguliga skuldu fara til Ný Funnland, hetta var reiðaríið í Havn eisini við uppá og vóru eisini spentir uppá at gera hesa royndina. Poul Hansen leigaði skipið frá Annu Isaksen, einkjuni eftir Jógvan Isaksen, Klaksvík. Poul Hansen gamli livdi tá, og so vóru tað synirnir Aksel og Hans, sum nú eru farnir eisini.
Vit fóru so avstað Til Grønlands tann 10. mei og eftir eina buldraliga reisu komu vit yvir og settu har suðuri í Grønlandi tann 21. mei, men dagin eftir 22. Løgdust átta menn við influensu, asiakrím ella okkurt sovorði, og tann 23. lógu fjúrtan menn við hita upp til 39 og vit noyddust at gevast og fara í Føroyingahavnina. Tá ið vit vóru frískir aftur, royndu vit í Grønlandi og fiskaðu umleið 600 skippund, ca. 2/3 av lastini. Men fiskiskapurin var vánaligur, og Júst gjørdi av at fara til Ný Funnland. Vit fóru aftur í Føroyingahavnina og gjørdu klárt til at fara til Ný Funnlands. Áðrenn farið varð, preiðaðu vit, soleiðis at tað tá, eitt portugisist doriuskip, og Júst og Jógvan Isaksen, bestimaðurin fóru umborð, teir vóru væl móttiknir, og portugisiski skiparin krossaði fyri í kortinum nakrar leiðir, har hann bað Júst royna. Síðani varð kós sett móti Ný Funnlandi. Eina tvær ferðir steðgaðu vit á og settu nakrar stampar á Hamiltonbankanum, men tað gav einki, og ferð var sett á suðureftir og vit steðgaðu ikki á aftur fyrrenn við eina oyggj, nevnd Funk Island norðalaga í Ný Funnlandi.
Tað var á hesi ferðini vannlukkan mundi hent okkum. Tíðliga ein morgun, vistnokk á morgunvaktini, hevði eg verið uppi og havt róðurtørn. Eg var avloystur av Dánjal Petersen úr Fuglafirði, 1. Bestimaður, Jógvan Isaksen var eisini uppi, allir hinir lógu og svóu. Eg tørnaði ikki inn beinanveg, men setti meg aftur í bestikkrúmið eina løtu. Tað var mjørki av og á, so ferðin mátti setast niður tá, radari var eingin, men tá ið klárt var, sigldu vit við fullari ferð einar 8 míl. Bestimaðurin metti um hvørja ferð tað myrknaði, hvussu leingi hann kundi sigla við fullari ferð, og so varð ferðin sett niður, inntil tað klárnaði aftur.
Sum eg siti í bestikkrúminum, varnist eg, at nakað hendir frammi í stýrhúsinum, og tá ið eg hyggi, stendur bestimaðurin og hjálpir róðursmanninum at snara tí stóra rættinum, sum gekk við ketutrekki, í bagborð, samstundis sum ferðin var tikin av skipinum og sett full bakk. Ta ið vit endiliga lógu stillir, lógu vit heilt tætt einum stórum ísfjalli, ilt er at meta um nú so nógv ár aftaná, men kanska kundi man næstan lopið uppá tað. Jógvan segði aftaná, at hann sá ein ljósan plett uppi í luftini og segði við Dánjal: Hygg nú lýsnar aftur.” Men hann hevði ikki meiri enn sagt tað, tá sá hann at tað var eitt stórt ísfjall. Har var bara talan um fá sekund, um ikki hann hevði varnast tað júst tá, og vit høvdu farið stevnrætt inn í ísfjallið, og man kann bara hugsa sær, hvat hevði verið úrslitið hendan morgunin, allir menninir uttan vit tríggir lógu og svóu, teir flestu fremst í skipinum. Men Harrin spardi okkum.
Tá ið vit komu til Funkoynna, var sett, og vit brendu í hann, vit fiskaðu í 8 dagar, settu bara 80 til 100 stampar hvønn dagin, gott tvey stykki langar við ringum agni, eingin frystigoymsla var í skipinum, men nú eftir 8 døgum, høvdu vit nærum fulla last, men høvdu einki agn eftir. Síðani fóru vit inn í ein bý, Bonavista, sum lá eitt sindur sunnari enn Funkoyggin. Har var eitt flakavirki og nakrir útróðrarbátar. Stjórin á flakavirkinum at Russel, og Júst fekk hann at lata okkum 1400 pund av frystum høgguslokki fyri eina byrsu og nakrar boyur, vatn fingu vit eisini. Dánjal Petersen átti byrsuna, og hann hevði pussað hana á yvirreisuni, so hon var í góðum standi. Men hon bjargaði okkum teir seinastu toskarnar, og tá ið vit komu útaftur, var nógv á, vit høvdu nú fínasta agn, einir fýra dagar so var skipið fult, eini 900 til 1000 skippund tilsaman. Síðani var kósin sett heim til føroya og okkara kæru.
Síðani vóru gjørdir fýra sildatúrar við drívgørnum norðan fyri Føroyar. Grønlands- Ný Funnlandstúrurin + tveir Íslandstúrar góðu knapt 2000 skippund ella umleið 300 tons, eitt gott ár. Úrtøkan mundi vera einar 11 til 12000 krónur fyri alt árið. Ja munur er á krónuvirðinum.