Ein Suðuroyarflokk

Finnleif Guttesen

 

Suðuroy er spakuliga við at doyggja út, hetta hava fleiri frøðingar víst á. Niðurstøðan til hesa seigpíning er elligomul, tað vantar arbeiði til okkara ungdóm, ið hava fingið sær hægri útbúgving.

Nakað av uppskotum og nógv tos hevur verði, men einki hendur.

Við verandi politikki og politikarum úr Suðuroy koma vit ikki víðari, tað hava tey seinastu mongu árini víst. Teir hava ongar hugsjónir, hugsa bert um seg sjálvan og kunnu og vilja ikki samstarva, har er øskukalt tá tað ræður um visjónir fyri Suðuroy.

Við 800 undirskriftum kann ein suðuroyarflokkur stovnast, ið hevur eitt høvuðsendamál, og tað er, at Suðuroy skal verða fremsta oyggj í Føroyum. Hevur Suðuroy tað gott, so hevur hin parturin av Føroyum tað eisini gott, meðan tað í dag er øvut.

Ein suðuroyarflokkur við 4 til 6 løgtingslimum, ið krevja, at Suðuroy kemur á Føroyakorti, hevði fleirfalda møguleikarnar í Suðuroy.

Vit hava snøgt sagt ikki tíð til at bíða, at verandi politikarar vakna úr dvala.

Hesin nýggi flokkur skal syrgja fyri, at Suðuroy bleiv eitt nýtt “Silicon Valley”, har gransking, útbúgving og nýhugsan var í hásætinum.

Granskingarpark til 70 milliónir skal sjálvsagt byggjast í Suðuroy t.d. í Vági.

Nýggj heilsufrøðilig starvsstova skal sjálvsagt byggjast í Suðuroy.

Nýggjur sjúkrasystraskúli skal sjálvsagt verða bygdur saman við skúlanum í Hovi.

e.s

Nú er tað helst fleiri, ið siga, at hattar gongur aldrin. Hartil er bert at siga, at tit hugsa ikki visjonert, tit tora ikki at fara úr tykkara lítla trygga dunnuhyli, og tað nyttar einki at hava undirlutakenslur.