Ein stuttur tingfundur verður í dag

Bert eittans mál er á skránni – og tvær broytingar í landsstýrinum standa fyri framman

Klokkan 13 verður Løgtingsfundur við eittans máli á skrá, sum er »framløga«. Tingmál frá landsstýris- ella tingfólki skulu leggjast frá á formligum tingfundi, tí er viðhvørt neyðugt at halda tingfund bara við framløgu á skránni.

Tingið er eitt sindur broytt síðani seinasta tingfundur varð settur hósdagin í næstsíðstu viku. Tí síðani tá hevur Ingilín Didriksen Strøm tikið við aftur tingsessinum, eftir at hon mátti leggja frá sær sum landsstýriskvinna, tá Erling Eidesgaard og Lilja Weihe úr Tjóðveldi boðaðu frá, at tey fóru at atkvøða saman við andstøðuni um at fella hana sum landsstýriskvinnu. Tað merkir eisini, at Kim Durhuus úr Javnaðarflokkinum ikki longur er løgtingsmaður. Hann misti bæði sessin og lønina í somu løtu, sum Ingilín Didriksen Strøm tók við sessinum aftur. Soleiðis er treytirnar hjá varafólki á tingi.

Greitt er ikki enn, hvør tekur við landsstýrissessinum hjá Javnaðarflokkinum.

Síðani Høgni Hoydal fór frá sum formaður í Tjóðveldi er komið fram, at ynskið er í flokkinum at fáa úr landsstýrinum. Hann hevur annars boðað frá, at hann fegin situr sum landsstýrismaður valskeiðið út. Men hann segði eisini á flokstinginum hjá Tjóðveldi á Hotel Føroyum leygardagin, at er ynski um tað, so fer hann frá sum landsstýrismaður.

Greitt er ikki, nær Javnaðarflokkurin fer at kjósa sær nýtt landsstýrisfólk, men helst í hesi vikun ella í næstu viku, hevur løgmaður sagt. 

Verður nýggja landsstýrisfólkið hjá Javnaðarflokkinum ein úr tingmanningini, so kemur Kim Durhuus aftur á ting.

Greitt er ikki, nær Høgni Hoydal leggur frá sær, men tað verður neyvan fyrstu vikurnar. Um Tjóðveldi velur eitt tingfólk úr tingmanningini í landsstýrið, so verður eingin broyting millum varafólkini hjá Tjóðveldi á tingi. Men fer Tjóðveldi út um tingmanningina at kjósa sær nýtt landsstýrisfólk, so missir Erling Eidesgaard sæti á tingi. Hann hevur ytsta varasessin hjá Tjóðveli á tingi.