Ein stríðsmaður takkar fyri seg

Bøðil ella hetja. Lykketoft er elskaður og hataður í danska Javnaðarflokkinum. Hósdagin varð hann takkaður fyri sítt stríð, sum av nógvum verður sæð sum eitt persónligt offur, eftir at navn hansara kom at standa við stórum bókstavum á valósigrinum hjá danska Javnaðarflokkinum

Marjun Dalsgaard
?????

Hann kom, hann stríddist og tapti. Valósigurin hjá danska Javnaðarflokkinum í januar var mest av øllum ein persónligur ósigur fyri Mogens Lykketoft, ið undir valstríðnum ferð eftir ferð fekk at vita: Tað er ikki tí, vit ikki vilja hava Javnaðarflokkin, vit vilja bara ikki hava teg! Hansara leiklutur í afturgongdini hjá danska Javnaðarflokkinum hevur verið á einum so persónligum støði, at ein og hvør annar hevði givið upp, vilja tey flestu vera við. Av tí sama verður hansara stríð fyri flokkin sæð sum eitt persónligt offur, væl at merkja av teimum, sum ikki síggja hann sum ein faðirmordara, eftir at hann koppaði tann meira fólkakæra Svend Auken í 1992.
Mogens er kult
Serliga ungmannafelagið DSU hevur tikið tann umstrídda Lykketoft til sín, har hann er vorðin heiðurslimur og hevur nærum kultstatus. Sum tekin um at hansara stríðsandi hevur verið einastandandi, fekk hann eitt svør og brynju frá sosialistiska ungmannafelagnum. Somuleiðis kom Thorning-Schmidt, sum hoyrir til yngra ættarliði inn á hansara evni til at draga ungdómin til sín:
- Mogens er kult, segði Helle Thorning-Schmidt í einari bæði stuttligari og heitari røðu til fráfarandi formannin í flokkinum, millum annað um tá hann fór í dans við teimum ungu og ikki fekk frið á dansigólvinum. Nýggi formaðurin hjá danska Javnaðarflokkinum hevur fingið eina flúgvandi byrjan, og at síggja til hevur hon tað styrki, sum skal til, fyri at standa ímóti teimum ymisku leiðum, sum eldra ættarliðið møguliga fer at toga hana í. Eitt yvirskot sum hon oysti av til tann fráfarandi formannin, tá hann hósdagin takkaði fyri seg.
Stríðsmaður fyri tey veiku
- Góði Mogens! Tú ert tann klógasti maðurin, eg havi hitt, segði hon millum annað, og legði somuleiðis dent á, at Lykketoft er ein stríðsmaður fyri tey veiku í samfelagnum.
Lykketoft, ið av summum hevur verið ákærdur fyri at stríðast mest fyri persónligum valdi, lat ongan iva vera um, at hann framhaldandi ætlar at føra hettar stríði, og møguliga fer hann eisini at toga í træðrirnar handan leiktjaldið í framtíðini. Hetta er ikki eitt farvæl frá hansara síðu, legði hann dent á og segði somuleiðis, at hann fegin vil geva nýggja formanninum góð ráð og leggja lag á framyvir - tó var boðskapurin til nýggja formannin: "Do it your way". At enda læs hann 10 boð upp til sín eftirkomara - 10 boð um hvussu lívið í politikki skal handfarast, millum annað um ikki at fella til veingjastríðið í flokkinum.
Lunkað heilsanúr Føroyum
Millum gestirnar var norski sosialdemokraturin Jens Stoltenberg, ið umboðaði flokk sín og sendi eina persónliga heilsan frá pápanum, kenda diplomatinum, Thorvald Stoltenberg. Vóru orðini hjartalig frá norska kammeratinum, var heilsanin frá bróðurflokkinum í Føroyum eitt sindur meira lunkað. Eitt blómutyssi við orðunum "Tak for godt samarbejde", var alt hann fekk frá føroyska Javnaðarflokkinum, men tað er helst heldur ikki í Føroyum, at Mogens Lykketoft hevur flestar vinir eftir sín leiklut í búskaparligu kreppuni í 90?unum.
Norðuratlantsbólkurin, umboðaður av Lars-Emili Johansen, gav fráfarandi formanninum ein kassa av Føroya Bjór og ein frystan bógv.