Tað eru nógv fleiri kvinnur sum eru lærarar og pedagogar í Føroyum enn tað eru menn
Og tað halda summi løgtingsfólk er ein vansi. Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Gunvør Balle, tingkvinnu fyri Tjóðveldi um at endurskoða fólkaskúlan.
Og í tí sambandinum helt Páll á Reynatúgvu, at í hesum sambandi eiga vit eisini at kanna, hvussu tað ber til, at tað er so stór yvirvág av kvinnum, sum eru pedagogar og lærarar. - Vit eiga at kanna, hvussu tað ber til, at so fá mannfólk eru áhuga at arbeiða í námsfrøðini heldur hann. Og vit eiga at kanna, hvørja ávirkan hetta fær á dreingjabørn.
Hann sigur, at hann sær tað sum eina stóra avbjóðing at fáa føroyskar dreingir at fella inn í føroyska samfelagið, ella nýmótans samfelagið sum heild. Víst varð á, at fyrr var lærarayrkið næstan eitt mannfólkastarv burturav, men nú er fullkomiliga viðvent í holuni. Páll á Reynatúgvu helt, at eisini kjakið í Løgtinginum um uppskotið at endurskoða fólkaskúlan, strikaði undir tað, hann førdi fram, tí tað vóru í mestan mun kvinnuligu tinglimirnir, sum tóku orðið.
Eygunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, er samd í, at tað er ein avbjóðing, at fólkaskúlin er so kvinnuligur. - Skúlin leggur ikki nóg stóran dent á tey viðurskifti, sum dreingir halda verða áhugaverd. Tað verður ikki lagt nóg stórur dentur á tey viðurskiftini og tað ger so tað, at skúlin verður so eintýðigur, at hann lokkar fleiri kvinnur enn menn til sín, heldur hon. Eisini Gunvør Balla helt, at tað a umhugsast, hvussu læraraútbúgvingin kann verða meiri lokkandi fyri mannfólk fyri at fáa javnvág í.
Vit hava ikki funnið tøl fyri kynsbýtið á læraraskúlanum og pedagogskúlanum, men í summar skrivaði Fróðskaparsetrið, at 68 fólk høvdu søkt á Læraraskúlan í summar og av teimum vóru 43 kvinnur og 25 menn. Nógv verri stóð til á pedagogskúlanum, tí har vóru 60 umsøkjarar og av teimum vóru 57 kvinnur.
Annars skrivaði skúlablaðið í 2010, at í fimtiárunum í farnu øld tóku 62 lærarar prógv á Læraraskúlanum, 81 prosent teirra vóru mannfólk, og í sekstiárunum tóku 137 lærarar prógv og 73,7 prosent teirra vóru mannfólk. Í onkrum árgangi á Læraraskúlanum vóru 95 prosent mannfólk.
Men í áttatiárunum kom rættilig vend í, tí síðani hava kvinnurnar verið í meiriluta at kalla á hvørjum ári. Í nítiárunum heldur gongdin fram. Men í 1992 taka 18 lærarar prógv og fyri fyrstu ferð er einki mannfólk ímillum teirra. Hetta áratíggið taka 191 lærarar prógv og 27 prosent eru mannfólk. Frá 2000 til 2009 tóku 255 næmingar prógv og triði hvør teirra er mannfólk. Í 2010 tóku 23 lærarar prógv, og 30 prosent teirra eru mannfólk.
Hinvegin verður upplýst í manntali, at tilsamans hava 1.167 fólk í Føroyum læraraútbúgving og av teimum eru 523 mannfólk og 644 eru konufólk. Hinvegin hava 870 fólk í Føroyum útbúgving sum pedagogur og har er kynsbýtið heilt skeiklað, tí av teimum eru bara 72 mannfólk og 798 eru konufólk.
|










