Ein stórur fyrimunur fyri okkum

Vit skulu sjálvi kanna nýføðingar, ístaðin fyri at fáa danir at gera tað fyri okkum

Vit eiga sjálvi at kanna nýføðingar fyri CTD, og arðar arvaligar sjúkur, heldur enn at senda allar royndir av landinum at verða kannaðar.

 

Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi

 

Nú vil hon hava partakvinnuna, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, at greiða frá, hví ætlanin er at lata danir kanna føroyskar nýføðingar fyri ymsar arvaligar sjúkur.

 

Hon vísir á, at Ætlanin er at fara undir at ílegukanna allar føroyskar nýføðingar, fyri sjúkuna CTD, og møguliga aðrar arvaligar sjúkur. Men sambært eini sending í KvF, eru samráðingar við danska Serumsinstituttet, at gera hesar kanningar.

 

Og nú vil Bjørt Samuelsen hava at vita um tey ikki hava umhugsað at gera hesar kanningar í Føroyum.

 

- Í Føroyum eru bæði fólk og útbúnaður til at gera ílegukanningar, sigur Bjørt Samuelsen-

 

- Eitt nú hevur granskingarsetrið, iNova, nýtímans kanningarstovur, og útbúnað, at gera ílegukanningar.

 

-  Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur somuleiðis útgerð, fakligar førleikar og drúgvar royndir at gera ílegukanningar og Landssjúkrahúsið eigur eisini at vera í miðdeplinum í hesum arbeiði.

 

- Nógvir fyrimunir eru við at gera slíkar kanningar í Føroyum, sigur Bjørt Samuelsen. Hon hugsar serliga um førleikamenning, men hon hugsar eisini um at styrkja føroyska gransking og at skapa vitanartung arbeiðspláss í Føroyum.