Ein stórur dagur hjá okkara børnum!

Tað er ein stórur dagur fyri meg í dag, nú vit hava fingið eina nýggja føroyska foreldramyndugleikalóg, sum varð einmælt samtykt í Løgtingum í dag.

 

Hetta er eitt mál, sum eg havi kempað fyri í fleiri ár - at tryggja børnum síni foreldur.

Útgangsstøðið í lógini er staðfest, hvat er best fyri barnið, t.v.s. tey hava rætt til síni foreldur.

 

Fyrr var tað soleiðis, at um bæði foreldrini, mamman og pápin, vóru líka væl egnaði sum foreldur, so kundi Rætturin bara staðfesta foreldrarættin til tað eina foreldri. Um útgangsstøðið er, at foreldrini eru samd, so er eingin trupulleiki, men um ósemja er, so verður støðið tikið í, hvat er best fyri barnið.


Støðan er nú tann, at eru tey ikki samd, men bæði mett skikkaði, so kann Rætturin staðfesta felags foreldramyndugleika.

 

Tillukku!

 

Rósa Samuelsen

 

løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin