Ein stórsigur fyri Føroyar og Grønland

Ríkisfelagsskapurin hevur ta styrkina, at hann broytist so hvørt, sum tíðirnar krevja tað

Hetta var ein stórsigur fyri Føroyar og Grønland. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, eftir ríkisfundin og eftir fundin um uttanríkis- trygdar- og verjumál. Báðir fundirnir vóru hósdagin. Løgmaður sigur, at á fundinum viðurkendi danska stjørnin, at Føroyar og Grønland eru í Arktis, men tað er Danmark ikki, og tað er ein stórsigur fyri okkum. Sostatt fara bæði Grønland og Føroyar at fáa ein sjónligari leiklut í arktiska ráðnum.

 

Hann sigur, at fundurin vísti eisini, at ríkisfelagsskapurin hevur tann eginleika, at tað ber til at broyta viðurskiftini og at laga tey til, so hvørt, tíðirnar krevja tað.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá, hvussu hann metir støðuna eftir fundirnar hósdagin