Nú skal ítróttarhøll byggjast á Strondum. Bygdaráðið á Strondum hevur nú einmælt samtykt at játta 10 milliónir næsta ár til at projektera og byggja nýggja ítróttarhøll á Strondum!
Hetta fegnast tey í Stranda Ítróttargelag, StÍF, um siga tey í tíðindaskrivi. Tey siga, at hetta er ein dreymur, sum nú verður veruleiki. StÍF fylti 80 ár í oktober, og tey halda, at hetta er ein stórfingin føðingardagsgáva at fáa.
Bygdaráðið hevur arbeitt við hallarætlanini leingi og við at seta 10 milliónir til ætlanina næsta ár, fer arbeiðið av álvara í gongd at fyrireika og byggja høllina, sum verður sunnan fyri bygdahúsið.
– Tað er sera týdningarmikið fyri framhaldandi menningina av StÍF, at nýggj og tíðarhóskandi høll nú verður bygd á Strondum, sigur StÍF
Tey siga, at tað er stórur tørvur á eini høll á Strondum afturar høllini á Skála og tí er hetta ein neyðug íløga fyri kommununa, sum fer at skapa trivnað og vøkstur, siga tey.











