Tað var hósnáttina, at Russland leyp á Ukraina, og russiski herurin hevur søkt at landinum úr fleri ymiskum heraðshornum. Eftir nøkrum tímum varð landið álopið við bæði krígsskipum, flogførum og stríðsvognum.
Um vikuskiftið er frætt um ógvuslig russisk loftálop, og eisini sivil øki uttan fyri høvuðsstaðin Kiev eru rakt av russiskum rakettum. Sagt verður, at fleiri enn 150.000 russiskir hermenn eru sendir inn í Ukraina.
Sambært tíðindastovuni Reuters hava satelittmyndir í dag víst, at eitt stórt russiskt herfylgi, sum er heili fimm kilometrar langt, er á veg móti ukrainska høvuðsstaðnum.
Væntandi er, skriva útlendskir miðlar, at russisku herdeildirnar teir næstu dagarnar serliga fara at herða álopini á stóru býirnar, eitt nú Kiev og næst størsta býin í landinum, Kharkiv.
Í dag hava ukrainsku myndugleikarnir sagt, at teir framvegis hava ræðið á størstu býunum í landinum.
Verdens Gang skrivar, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sum mál at reka ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, frá valdinum, soleiðis at Ukraina fær eina nýggja stjórn.
Forsetin í Ukraina er framvegis í Kiev, og hóast eitt nú USA hevur boðið sær til at hjálpa honum úr býnum, tí vandi er fyri, at hann verður dripin, hevur Volodymyr Zelenskyj sagt, at hann verður verandi.
Verdens Gang skrivar, at nú er so ein velduga stór russisk herdeild á veg móti Kiev, men higartil hava ukrainar givið stóru russisku krígsmaskinuni harða mótstøðu.
Borgarstjórin í Kiev, Vitalij Klitsjko, sigur við tíðindastovuna AP, at ukrainar framvegis hava góðan stríðsvilja, men ein trupulleiki er, at høvuðsstaðurin nú byrjar at tømast fyri mat og heilivág.
- Vit eru á markinum til eina menniskjansliga vanlukku. Akkurát nú hava vit streym, vatn og hita. Men, veganetið er illa farið, og tí kann tað gerast trupult við vøruflutningi, sigur borgarstjórin.