Ein stór fíggjarlig avbjóðing

Ætlaði eftirskúlin á Drelnesi sær spennandi út, men torført verður at finna neyðugu játtanina á fíggjarlógini, sigur Bjørn Kalsø.

- Hetta sær ómetaliga spennandi út, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, um álitið, sum nevndin fyri eftirskúlan á Drelnesi, handaði honum í farnu viku.

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at vit kenna øll til fráflytingartrupulleikan í føroyska samfelagnum og metir, at eftirskúlin kann vera ein gognd leið at varðveita tey ungu eitt sindur longri í Føroyum.

- Og eg skilji á lagnum, at nevndin metir møguleikarnar at vera góðar at fáa børn hjá útisetum at koma til Føroya á eftirskúla, sigur hann.

 

Serliga heldur landsstýrismaðurin, at samstarvið við SALT boðar frá góðum.

- Ætlanin er, at eftirskúlin skal nýta hølini hjá SALT, bæði til undirvísing og framførslur, og eingin ivi er um, at hetta fer at geva nýggja eftirskúlanum ómetaliga góðar karmar, sigur hann.

 

Talan er tó um stórar íløgur, og Bjørn Kalsø sigur seg als einki kunnað lova enn.

- Tað verður ein stór avbjóðing hjá okkum fíggjarliga, at skula finna pláss til hetta  innan fíggjarkarmarnar. Tað er als einki, sum vit í landsstýrinum kunnu rista úr ermuni her og nú. Nú skulu vit fyrst og fremst lesa álitið, og síðani kanna møguleikarnar at ítøkiliggera hesa ætlanina. Landsstýrið má eisini kanna sannlíkindini fyri, at hetta verður nakað, sum ber seg upp á sikt.

 

- Landsstýrið hevur ikki ráð til at spýta pengar í tiltøk, sum onga framtíð hava. Tì mugu vit kanna, at hvørt tiltak hevur møguleikan at  halda á uttan almennan stuðul, sigur Bjørn Kalsø at enda.

 

Les meiri um ætlaða eftirskúlan á Drelnesi í Sosialinum, ið kom út í dag.