Ein av niðurstøðunum hjá Hans Gammeltoft Hansen í tunnilsmálinum er, at løgmaður ikki segði satt fyri løgtinginum, tá hann segði seg einki hava at gera við sonevndu break-fee avtaluna, sum varð gjørd við CIP.
Løgmaður ásannar, at hetta er ein skeina í lakkinum hjá sær, men hann sigur seg fegnast um, at kanningin í aðrar mátar staðfestir, at løgmaður ikki hevur brotið sína eftirlitsskyldu.
Kaj Leo Holm Johannesen var gestur í tíðindasendingini hjá Rás 2. Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum løgmaður sigur um kanningarúrslitið.