Við undanfarnar stevnur hava bæði dystir í hondbólti og flogbólti, men soleiðis verður ikki ár. Kortini verður ymiskur annar ítróttur um vikuskiftið.
- Ja, tað tykist eitt sindur løgið at eingin hondbóltur verður á stevnuni. Tað hevði sjálvandi verið ynskiligt.
- Men vit fáa kortini einki gjørt við tað málið, sigur Jákup Dam, sum er ein teirra ið skipar fyri tí praktiska á stevnuni.
Undanfarin ár hava teir kunnað spælt dystirnar á vøllinum í skúlagarðinum. Hetta ber ikki til í dag, tí skúlagarðurin er eisini at meta sum eitt arbeiðspláss.
Sambært skránni verður ein grandprix-kapping í renning fríggjakvøldið fyri fólk í øllum aldrum, og sunnudagin ein súkklukapping fyri vaksin. Og kappróðurin eigur sjálvandi sína serstøðu á eini slíkari stevnu.
Hinvegin ætlar KÍF at gera nógv meiri burtur úr seinni, tá høllin verður tikin alment í brúk. Tá verður í øllum førum nógvur hondbóltur á skránni.
Hóast eingin ítróttur verður í sjálvari høllini, so verður kortini eitt tiltak í høllini. Leygarkvøldið verður nevniliga dansur við Showmonnum, - eitt tiltak sum nógv av teimum ungu munnu síggja fram til.