Ein staðfesting heldur enn ein samanbering

Tænastustøðið er vorðið betri, men eisini dýrari, tá farleiðirnar eru boðnar út til privatar veitarar, sigur Vinnumálaráðið.

Tað var 22. juni, at ein arbeiðsbólkur undir Vinnumálaráðnum, handaði landsstýrismanninum sína frágreiðing um útveitan av almennum tænastum.

 

Arbeiðsbólkurin segði millum annað, tær útveitingarnar, sum eru framdar innan samferðslu í Føroyum, til dømis Bygdaleiðir og Mykinesleiðin, vísir ein stóran útreiðsluvøkstur, síðani farleiðirnar eru útveittar.

 

Men Føroya Arbeiðsgevarafelag metir ikki, at haldgóðar samanberingar hava verið brúktar í frágreiðingini.

 

Trýst her fyri at hoyra Niels Winther, ráðgeva í Vinnuhúsinum, greiða frá sjónarmiðunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Jóhan Pauli Helgason, fulltrúi á Vinnumálaráðnum og skrivari í arbeiðsbólkinum, sigur at talan heldur ikki er um eina samanbering, men um eina staðfesting av, at eitt nú Mykinesleiðin er vorðin dýrari:

- Vit hava bara staðfest, at man hevur sæð tey síðstu árini, síðani farleiðin var útveitt, at útreiðslurnar fyri landskassan at reka farleiðina eru hækkaðar. Tænastustøðið er vorðið betri, men eisini dýrari, og tað er hóast inntøkugrundarlagið hjá felagnum, sum rekur farleiðina er batnað munandi, tí ferðafólkatalið er hækkað markant, sigur Jóhan Pauli Helgason.

 

Tað segði Jóhan Pauli Helgason, fulltrúi á Vinnumálaráðnum og skrivari í arbeiðsbólkinum, sum her fyri gjørdi eina frágreiðing um møguligar útveitingar hjá Strandferðsluni.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Jóhan Paula Helgason.