Ein stórur sigur

Hetta heldur liðskiparin hjá Mjølnir, Marjun Kalsø, sum er sera væl nøgd við, at flogbólturin nú aftur hevur eina steypafinalu

Tá vit í gjár fingu orðið á Marjuna Kalsø, sum uttan iva er ein av royndastu leikarunum her á landi, vóru longu lidnir knappir 24 tímar, síðani tær vóru vorðnar steypavinnarar, men frøin um sigurin hevði kortini ikki lagt seg.


Ovurfegnar

-Eg haldi ikki at vit nakrantíð í ár hava verið somikið fegnar um ein sigur, helt liðskiparin fyri.

Í sær sjálvum er helst einki at siga til, at frøin var stór, tí sjálvandi eiga leikarar at fegnast, tá tær hava vunnið greipuna, nú bæði lands- og steypakapping eru í flogbólti. Hinvegin hevur liðið hjá Mjølni verið somikið einaráðandi í vetur, at tað mest sum var væntandi, at tær skuldu vinna báðar kappingarnar.

Marjun heldur tó fyri, at alt tiltakið var somikið gott sett upp, at dysturin gjørdist nakað heilt serligt, og harumframt fingu tær ein alt annað enn lættan dyst móti Drátti, sum veruliga noyddu meistararnar at berjast fyri hvønn bólt.


Harður dystur

Um dystin sjálvan heldur Marjun, at hóast tær vunnu øll fýra settini, og harvið dystin 2-0, so var talan ongantíð um nakran lættan dyst.

- Í fyrra hálvleiki hekk spælið hjá okkum ikki nakað serliga væl saman, men tað eydnaðist okkum kortini at vinna bæði settini.

- Nú eg havi sæð dystin umaftur haldi eg sjálv, at vit í seinna hálvleiki fingu nógv betur gongd á. Serliga gjørdi tað góðan mun, at vit fangaðu nógvar bóltar niðri á gólvinum, umframt at miðálopið við Tinu og Sonju veruliga fekk gongd á, heldur veteranurin fyri.

Hon legði tó dent á, at hon sum so ikki vil taka nakran leikara fram um, tí talan er um eitt liðspæl, har tað er neyðugt hjá hvørjum einstøkum leikara at gera sítt. T.d. helt hon eisini, at tá blokkurin hjá Drátti riggaði somikið væl, var tað av alstórum týdningi, at smash-sikringin hjá Mjølnir riggaði væl, soleiðis at bóltarnir, sum vórðu blokkaðir, vóru samlaðir upp aftur.

At enda legði Marjun afturat, at stóra frøin helst eisini komst av, at klaksvíksgenturin satt at siga vóru útlúgvaðar, tá dysturin endilig var liðugur.

- Vunnu vit ikki fjórða setti, eri eg bangin fyri at vit høvdu tapt dystin, men tað kann sjálvandi eisini vera, at vágagenturnar vóru eins troyttar og vit, men hesin spurningur verður so ongantíð svaraður, segði hon at enda.


Betrar um hugin

Um tiltakið sum heild heldur Marjun, at hetta sanniliga var góð reklama fyri flogbóltin.

Flogbóltssambandi hevði gjørt eitt megnar arbeiði fyri at skapa umtalu um dystin, og harumframt eigur SvF rós fyri teirra leiklut. Eitt arbeiðið, sum var sera professionelt gjørt, og hetta eiga teir rós uppiborið fyri, elt klaksvíksgentan.

Harumframt hevði tiltakið eftir hennara fatan ført við sær, at fleiri leikarar hjá teimum, sum í vetur hava tosað um at leggja ítróttina á hyllina nú hava fingið hug til at taka eitt tak afturat.

- Hetta var satt at siga ein ótrúlig uppliving, og allar vilja vit fegnar sleppa at eiga lut í einum slíkum sigri enn einaferð, og tískil verða vit helst betur mannaðar komandi vetur, enn líkt var til undan finaludystinum, greiður Marjun frá.

Um egna leiklut sín á liðnum sigur hon, at hon hevur hugsa eitt sindur um at gevast, men fyrst mugu tær hava ein avloysara kláran til plássið hjá henni, og so leingi sum hetta ikki er komið í heilt fasta legu, ætlar hon sær at halda áfram.

Hvussu hetta skal tulkast, er ilt at siga, men skal tað skiljast soleiðis, at hon ætlar sær at bíða, til hon verður spæld av liðnum, so kann tað merkja, at klaksvíksgenturnar fáa gleði av Marjuni í nakrar vetrar afturat.

At enda sigur hon læandi, at í hondbóltinum síggja vit jú, at Kári Mortensen framvegis heldur seg til í fremstu røð, so tað kann vera, at eisini Marjun Kalsø verður við í spælinum við lætta hvíta bóltinum í nøkur ár afturat.