Fyri trimum árum síðani flutti eitt ungt SÍ lið upp í Meistaradeildina hjá kvinnum, og tær royndust heldur trilvandi í byrjanini, men so við og við hava tær verið fyri øðiligari menning, og í dag eru tær ungu sørvágsgellurnar í steypafinaluni, umframt at tær eru eitt stig fremstar í Meistaradeildini.
Profilurin
Vit fingu orðið á Karina Mikkelsen gjøgnum telefonina herfyri, har vit millum annað spurdu hana, um vónirnar til finaluna, og um hvussu tær ætla at nýta dagin, o.s.fr. Karin Mikkelsen, ið er ein av berandi kreftunum á unga SÍ liðnum, er at meta sum ímyndin av dirvi og áræði. Rópan og geylan, tá bóltar er vunnir, og eitt stórt sera smittandi smíl. Unga gentan úr Sørvági er av sonnum, ein av bestu kvinnuligu flogbóltsleikarunum í landinum, umframt at hon er ein leiðari á vøllinum, og tað hevur hon eisini prógvað í ríkiligt mát.
Fyrsta finalan
Hetta verður fyrsta finalan hjá SÍ kvinnunum, og eru tær allar sera spentar um uppgávuna fyri framman.
- Venjingarnar hjá okkum hava verið sum tær plaga, og nakað av smápráti hevur verið í steðgunum, men veruligu nervarnar koma nokk ikki fyrr enn fríggjakvøldið, sigur Karin Mikkelsen, ið annars hevur roynt at spælt finalu við landsliðnum á oyggjaleikahøpi, so heilt óroynd er hon tó ikki.
- Vit vita at ÍF er eitt rutinerað lið, og flestu teirra hava eina rúgvu av royndum, men vit eru ungar og sterkar, og bakka ikki fyri teimum. Tær hava verið í finaluni áður, og tapt, meðan vit hinvegin hava okkara fyrstu finalu til góðar, so nógv fer at standa á, sigur Karin Mikkelsen, ið gleðir seg til leygardagin.
Ungdómur móti rutinu
- Fáa vit okkara spæl at flóta, so meti eg heilt avgjørt, at vit hava ein møguleika. Vit undirvurdera als ikki ÍF, tað hevði verið tápuligt, men vit eru heldur ikki bangnar fyri teimum. Vit fara inn fyri at vinna dystin, og tað við fullari skrúðu, sigur »primus motor« á SÍ liðnum, Karin Mikkelsen, og hon leggur afturat, at hon er serliga fegin um at vera í finaluni í ár, umboðandi felagið, hon elskar, og sigur so, at hon metir tað sum nakað heilt serligt. – Hetta er so øðiliga stórt, at tú trýr tí ikki, sigur hon.
Tiltøk á finaludegnum
Í sambandi við at SÍ er í teirru serligu støðu, at hava lið í báðum finalunum í ár, hevur felagið skipað fyri serligum tiltaki í Sørvági, umframt at bussar fara at flyta viðhaldsfólkini ókeypis til Havnar, verður skipað fyri morgunmati til øll viðhaldsfólk og áhugaði í Sørvágs Bio. Har verður byrjað klokkan 09:00, og tiltakið heldur fram til klokkan 12:00, tá bussarnar byrja at koyra móti Havnini. Tað ber til hjá øllum at lita hárið, fáa andlitsmáling, og okkurt gott undir góman verður eisini at fáa.
Forkvinnan í Flogbóltsdeildini hjá SÍ. Ann Mikkelsen sigur, at hetta er tað minsta man kundi gera fyri bygdabørnum teirra.
- Vit hava fingið sera góðan stuðul frá kommununi, og halda annars, at hetta er tað minsta vit kunnu gera. Tey hava verið so røsk og góð, at vit gleðiliga gera hetta, og møta væntandi talsterk upp á Hálsi, fyri at stuðla liðum okkara til sigurs, sigur Ann Mikkelsen, forkvinna í Flogbóltsdeildini hjá SÍ. Umframt at vera forkvinna í Flogbóltsdeildini, er Ann Mikkelsen eisini Samskipari felagsins.
Tætt uppá í fjør
Í fjør vóru sørvágsgenturnar tætt við at koma í finaluna, og í Meistaradeildini glapp av stokkinum. Tær taptu í tveimum førum avgerandi dystir í steypakappingini, og í avgerandi dystinum um FM heitið í Meistaradeildini, taptu tær móti júst ÍF, ið vóru harðastu kappingarneytarnar hjá SÍ í fjør, og í ár, umframt at tær eru mótstøðuliðið í finaluni um vikuskiftið.
Spennandi verður at fylgja finaluni, og ikki minni, stríðnum um FM-heitið, har seinasti dystur á skránni er í Fuglafirði, millum oddaliðini bæði, ÍF og SÍ.
Góðan dyst.