- Vit eru okkara egni ringasti fíggindi, orðini eigur liðskiparin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen aftaná 1-4 tapið hjá Skála ímóti 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági fyrr í dag.
Pætur Dam Jacobsen heldur, at Skála hevði málmøguleikarnar, men teir tóku ikki av, og so gekk púra galið í seinna hálvleiki tá heimaliðið skoraði trý mál.
Tað kann bara blíva betri, og tað skal blíva gerast í komandi heimadystinum ímóti EB/Streymi, slær Pætur Dam Jacobsen fast.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Pætur Dam Jacobsen.
Samrøðan Rás2 gjørdi við Høgna Egilstoft Nielsen hjá 07 Vestur hoyrist HER