- Verður sølan av tollfríum tubbakki tikin av, er ongin ivi um at tað verður ein stórur missur hjá Atlantsflogi og Smyril Line.
Petur Holm, stjóri í Smyril Line, skilur ikki ætlanina, sum vit umrøða í hinari greinini er á síðuni um at avmarkað søluna av tollfríum tubbakki.
- Tað merkir at Atlantsflog og Smyril Line tilsamans fáa ein inntøkumiss upp á 12 milliónir og tað fer at gera fyritøkuna so mikið tyngri at gera.
Hann sigur, at hetta kemur serliga illa við hjá Smyril Line, sum er mitt í eini einum slagi av fíggjarligari endurreising.
- Vit arbeiða í hesum døgum av øllum alvi at endurreisa felagið so at vit yvirliva og so at vit í longdini ikki aftur koma í eina støðu, har alt kann fara á heysin, sigur Petur Holm.
Hann sigur, at felagið er heilt avgjørt á rættari leið, men at verður tollfría sølan tikin av, verður tað steinur oman á byrðu og fer at gera uppávuna so mikið tórførari.
Skilir ikki samgonguna
Petur Holm heldur eisini, at tað er ein andsøgn ímillum ætlanina at byggja eina ferðavinnu upp í Føroyum og ætlanina at avmarka søluna av tollfríum tubbakki.
- Eg skilji ikki, hví politikararnir skulu gera serføroyskar skipanir á ferðavinnuøkinum, sum ikki eru galdandi nakra aðrastaðni.
Hann staðfestir, at uttan fyri ES, er loyvt at keypa tollfrítt. Í ES er ikki loyvt at keypa tollfrítt, men afturfyri er loyvt at keypa nógv størri mongdir.
Ein skilagóð broyting
Og Petur Holm heldur, at skulu broytingar gerast í tollfríu søluni, er tað bara ein broyting, sum kann forsvarast við einum ávísum skili.
Skulu broytingar gerast er tað bara ein broyting, sum kann forsvarast og tað er at gera eina skipan í Føroyum sum líkist skipanini í ES.
- Vilja politikararnir partú broyta tollfríu søluna, er tað bara ein ein møguleiki, sum kann forsvarast og tað er at gera eina skipan, sum er tann sama sum í ES.
- Í ES ber ikki til at keypa tollfrítt, tá ið ferðast verður um landamørk. Men hinvegin ber tað til at keypa munandi størri mongdir enn tað er vanligt í tollfríari sølu. Og hóast talan ikki er um tollfría sølu, er prísurin bíligari enn í vanligari sølu.
- Tað kundi verið ein broyting, sum tað ber til forsvara við einum ávísum skili og hetta er eisini ein skipan, har landið, so vítt eg veit, heldur ikki hevði mist inntøkurnar av avgjaldinum.
Dýrari ferðaseðlar
Hann leggur afturat, at verður tollfría sølan avmarkað, er lítið at ivast í, at ein stórur partur av tí, sum Atlantsflog og Smyril Line fáa minni í kassan, verður ført víðari yvir á ferðafólkið.
Hinvegin skilir hann ikki, hví vit skulu gera tað upp aftur dýrari at ferðast til Føroyar, samstundis sum vit eru í ferð við at menna eina ferðavinnu, tí tey flestu munnu uttan iva halda, at tað er ivaleysa dýrt frammanundan.
Hinvegin vísur hann eisini á, at Smyril Line er í eini serligari støðu, tí nógv ferðafólk við Norrønu brúka bara Føroyar sum eina millumstøð á ferðini til og úr Íslandi.
Verður ferðaseðilin dýrari enn hann er nú, er lítið at ivast í, at tey í størri mun fara at finna sær beinleiðis samband og so missa vit eisini tær inntøkurnar, sigur Petur Holm.
Les eisini greinina: Tollfríar sigaretir hjálpa okkum burtur úr kreppuni










