Ein stórur heiður at vera fyrst

- Hetta er ein serligur dagur, bæði fyri okkum báðar og fyri Føroyar, siga Leslie Travers og Richard McBride.

 

- Hetta er ein serligur dagur, bæði fyri okkum báðar og fyri Føroyar, siga Leslie Travers og Richard McBride.

 

So upprann søguligi dagurin, tá fyrsta samkynda parið bleiv gift í Føroyum. Tað vóru 48 ára gamli Leslie Travers úr Onglandi og 47 ára gamli Richard McBride úr Norðurírlandi, sum vóru fyrstir.

 

Annika Olsen, borgarstjóri, gifti teir á skrivstovu síni í ráðhúsinum í Havn. Umboð fyri miðlarnar, sum vóru tey einastu, sum møttu til hendingina, sluppu ikki inn á skrivstovuna, men fingu orðið á nýgifta parið aftaná.

 

- Hetta var ein sera vøkur vígsla, sera persónlig, søgdu teir báðir, tá teir komu út aftur.

 

Richard McBride, sum er sakførari, og Leslie Travers, sum ger búnar til sjónleikir, opera og ballettir, hava verið par í 16 ár. Teir kundu verið giftir í Onglandi, men ikki í Norðurírlandi, tí har er hjúnabandslógin ikki broytt enn.

- Vit hava altíð latið okkum tølað av oyggjunum fyri norðan og hava fylgt við lógarbroytingini, sum hevur verið á veg her. Tá vit nú tóku avgerð um at giftast, so søgdu vit við okkum sjálvar, at vit ikki kundu gifta okkum, eitt stað, sum ikki var vakurt, sigur Richard McBride.

 

- Hetta er eitt vakurt land og ein vakur býur, so tað kundi ikki verið betri, sigur Leslie Travers.

 

Teir fingu ikki at vita fyrr enn í morgun, at teir fóru at verða fyrsta samkynda parið, sum bleiv gift í Føroyum.

- Tað er ein stórur heiður fyri okkum at vera teir fyrstu. Hetta er ein serligur dagur, bæði fyri okkum báðar og fyri Føroyar, siga teir báðir.

 

Tíð verður eingin til nakra brúðarferð, tí arbeiðið kallar, men teir vænta, at teir javnan vitja aftur í Føroyum.

- Nú eru Føroyar vorðnar ein partur av okkum, so vit vænta, at vit koma aftur. Í kvøld skulu vit hátíðarhalda dagin á Koks, sum vit í longri tíð hava glett okkum til ein dagin at royna, sigur Richard McBride.