Ein stórur dagur í Nesvík

Leygardagin var 100-ára hátíðarhald fyri sjómansmissiónini, samstundis sum sjómanskvinnuringarnir hildu landsstevnu.

 

Seinnapartin leygardagin 5. mai var 100-ára hátíðarhaldið fyri Føroysku Sjómansmissiónini. Leguhúsið í Nesvík var karmur um hátíðarhaldið, samstundis sum árliga landsstevnan hjá Sjómanskvinnuringunum í Føroyum eisini varð hildin í leguhúsinum.

 

Á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini verður sagt, at næstan 300 kvinnur vóru á landsstevnu, og haraftrat vóru 200 fólk til sjálvt hátíðarhaldið hjá sjómansmissiónini. Símun P. Jacobsen, formaður, talaði, og Petur Hans og Jónhild sungu, og eisini varð nýggja búmerkið hjá sjómansmissiónini avdúkað.

 

Fleiri vóru tey, sum bóru fram takkarkvøður til sjómansmissiónina og til sjómanstrúboðaran, sum hevur røkt hetta starv í eina fjórðingsøld. Millum tey, sum bóru fram heilsan og tøkk, vóru eitt nú løgmaður, Aksel V. Johannesen, Jógvan Fríðriksson, bispur, Annfinnur Garðalíð, umboðandi manningarfeløgini og mong onnur.

 

Landsstevnan hjá sjómanskvinnuringunum hevði vitjan av norsku sangevangelistunum, Marit og Irene, sum sungu og talaðu Guds orð til gleði fyri luttakararnar. Tær sungu eisini til hátíðargudstænastuna í Eiðis kirkju, sum var útvarpað og sum verður víst í KvF næsta sunnudag.

 

Føroyska Sjómansmissiónin takkar fyri hesi 100 árini og fyri Landsstevnuna hjá sjómanskvinnuringunum í Føroyum. Tøkkin fer ikki minst til skipskokkarnar, hjálparfólkini í køkinum, sjómenn og onnur, sum tæntu við borðini - og til øll, sum annars virkaðu við og hjálptu til á ymiskan hátt.