Ein stórur dagur fyri SAS

Ikki fyrr enn seinnapartin fekk leiðslan í SAS tann seinasta sáttmálan við starvsfólkið upp á pláss. Hann var við tað danska fakfelagið hjá teimum, sum arbeiða í flogførunum.

Nú allir partar hava skrivað undir sáttmála og sostatt góðtikið tey stóru sparitiltøkini hjá leiðsluni, er SAS-stjórin, Richard Gustafson, væl nøgdur.

-Loksins hava vit fingið átta sátmálar, og tað er sera gleðiligt. Hetta er úrslit av hørðum arbeiði. Hetta er ein stórur dagur fyri SAS, segði stjórin við tíðindafólk seinnapartin.

-Vit hava framt stórar broytingar eftir sera stuttari tíð, og nú hava vit lagt eitt støði, sum vit skulu arbeiða út frá frameftir, segði SAS-stjórin.