Ein stórur dagur fyri Sandoynna!

Nú hevur løgtingið við aðru viðgerð samtykt málið um undirsjóvartunnil millum Streymoy og Sandoy, so roknast má við, at vit nærum eru komin á mál.

Hetta gevur okkum bjartar vónir um framtíðina fyri Sandoynna. Enn er oyggin so væl mannað, at ungfólk í menning alast upp her, og tá nú umstøðurnar gerast til, at hesi kunnu koma aftur/verða verandi eftir lokna útbúgving, so er bæði gleði og útlit fyri ljósari framtíð, eins og onnur fara at flyta higar!

Men- restin hendir ikki av sær sjálvari. Tað standa stórar avbjóðingar fyri framman hjá okkara politikarum her í oynni.

Eitt er at fáa sjálvt arbeiðið gjørt, men líka so týdningarmikið er, at oyggin er brynjað til at taka ímóti avbjóðingini, tá arbeiðið er liðugt.

Góða ferðasambandið við meginøkið setir krøv um munandi býarætlanir við neyðunum grundstykkjum og øðrum, ið hartil hoyrir.

Neyðugt verður at hava nokk av hóskandi og planeraðum ídnaðarøkjum, og tað er uppgáva hjá kommununum!

Men seinast og yvir øllum er týdningurin av, at vit fáa ein nýggjan og hóskandi kommunubyggnað í oynni!

So vónandi verða allar virknar og vælviljaðar kreftir í oynni samlaðar nú, so vit eru fullbrynjaði til framtíðina!