Ein stórur brølari at selja Atlantsflog

At einskilja Atlantsflog, er størsti brølari, hetta Løgtingið hevur gjørt.

Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Løgtingið hevur enn einaferð kjakast um ferðaseðlaprísirnir ímillum Føroyar og umheimin.

Í Løgtinginum er semja um, at prísirnir eru ov høgir.

Men Johan Dahl staðfestir, at nú er felagið skrásett á virðisbrævamarknaðinum.

Hann leggur afturat, at tað er størsti bummartur, Løgtingið hevur gjørt.

Nú er vøllurin longdur og farstøðin verður betri og rúmsáttari og nú vil Landsstýrismaðurin vita, hvørja ávirkan tað fær.

Hann vónar, at hetta fer at fáa onnur flogfeløg at flúgva upp á Føroyar og at tað fer at trýsta prísin niður.

Hann sigur, at landsstýrið hevur viðgjørt málið fyri stuttum og semja er um at síggja tíðina ann at vita, hvørja ávirkan tað hevur, at vøllurin er longdur og farstøðin nútímansgjørd.

Men hendir onki við prísinum hampuliga skjótt, er semja um at taka spurningin upp aftur og at bera skjótt at fyri at fáa prísin at lækka.

- So hava vit eina uppgávu í politisku skipanini at finna útav, hvussu vit kunnu fáa prísirnar at lækka.

Spurningurin er so, hvussu tað kann gerast.

Skal landið keypa Atlantsflog aftur, fær landskassin fíggjarligar skyldur mótvegis teimum, sum hava sett pengar í felagið og tað fer at kosta rættiliga fitt, sigur landsstýrismaðurin.