Ein stórur brølari

? Við at kalla okkara uppskot fyri fupp og svindil hevur Sjúrður Skaale, sum skal verða við at gera »hvítbókina« hjá fullveldisbólkinum skatt trúðvirðið hjá bókini, áðrenn so mikið sum ein stavur er skrivaður, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum. Hann vísir sjónarmiðjunum hjá Sjúrði aftur, og sigur, at ætlanin hjá Javnaðarflokkinum er væl møgulig

Tjakið um fullveldi ella ikki fullveldi veksur fyri hvønn dag, sum gongur.

Onkur vil hava og onnur vilja ikki.

Um dagarnar var ein nýggj veljarakanning almannakunngjørd, sum sigur, at føroyingar eftir øllum at døma ikki eru so heitir fyri fullveldinum, sum teir til dømis vóru í septmber mánaði í fjør.

Hinvegin sigur kanningin, at um 70 prosent av teimum spurdu, á ein ella annan hátt, ynskja broytt ríkisviðurskifti.

Síðani veljarakanningina í september er tað hent, at Javnaðarflokkurin hevur lagt sítt boð fram um broytingar í ríkisviðurskiftunum.

Boðið hjá flokkinum er ein sjálvstýrislóg, sum skal virka innan fyri karmarnar av ríkisfelagsskapinum, men við teirri treyt, at talan framhaldandi er um tvey sjálvstøðug lond.

Men ikki øll eru samd í, um hetta kann lata seg gera ella ikki.

Í blaðnum mikudagin hevði Sjúrður Skaale eina viðmerking til Jóannes Eidesgaard, um at sjálvstýrisuppskotið hjá flokkinum ber til at realisera.

Hann vísir á, at tað ber ikki til, at tosa um Føroyar og Danmark, sum tvey sjálvstøðug lond, um Føroyar framhaldandi er undir donsku grundlógini.

Sjúrður Skaale sigur eisini, at Javnaðarflokkurin fer at fáa ein trupulleika, tá hesin veruleiki gongur upp fyri fólki, tí tey fara at krevja at fáa nakað, sum ikki kann setast í verk.


Veruleikin ein annar

Formaðurin í Javnaðarflokkin, Jóannes Eidesgaard er ikki samdur við Sjúrða Skaale. Langt frá tí.

? Hann tosar, sum um løgfrøðin er tað einasta, sum er rætt. Soleiðis er tað nú ikki. Um so er, at londini, politiskt, gera eina avtalu um, at skipanin skal verða soleiðis ella soleiðis, so er hetta møguligt. Tað er eingin ivi um. So kemur tann løgfrøðisligi parturin upp á pláss aftaná eisini, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann vísir á, at tá heimastýrislógin var gjørd i sínari tíð, tá var hon eindømi í heimshøpi, og eingi fyridømir vóru, sum kundu verða til nakra hjálp, løgfrøðiliga, men fyri tað kom ein skipan upp at standa.

Tað hevur verið ført fram, at verður ein skipan gjørd, undir donsku grundlógini, so eru tað altíð danir, sum hava seinasta orðið at skula sagt, men heldur ikki hesum er Jóannes Eidesgaard samdur í.

? Tað er rætt, at tá heimastýrislógin varð gjørd, var talan um eina útdelegeringslóg. Men tað hevur við tíðini broytt seg til at verða meira at líkna við eina »føroyska grundlóg«. Eg eri í hvussu er greiður yvir, at um danir brádliga søgdu, at teir tóku umsitingina av einum øki aftur, so høvdu reaktiónirnar verið øgiligar í Føroyum. Tí eru tað í grundini vit sjálvi, sum hava avgerðarrættin í Føroyum. Hesa fatan hevur Frederik Harhoff eisini, tí hann sigur, at talan er ikki um, at Danmark einsamalt hevur alt at siga.

Jóannes Eidesgaard heldur, at føroyingar eiga at gera sær dælt av, at danir fegnir vilja varðveita ríkiseindina.

? Støðan í Danmark er tann, at allir flokkar vilja varðveita ríkiseindina, og tað eiga vit at brúka til at fáa skrúva eina nýggja skipan saman, sum politiskur uppbakningur er fyri, bæði í Føroyum og í Danmark. Og vilja vit varveita ríkiseindina, so eri eg vísur í, at vit fáa nakað afturfyri tað eisini, sigur Jóannes Eidesgaard.


Sjúrður tikið støðu

Jóannes er heldur ikki samdur við Sjúrða í, at Javnaðarflokkurin er farin frá stevnuskránni.

? Tað er nakað tvætl. Flokkurin hevur altíð sagt, at vit vilja verða ein partur av ríkiseindini og tað sigur uppskotið um sjálvstýrislóg eisini. Men hatta vísir eina fundamentalistiska fatan av spurninginum um fullveldi ella ikki fullveldi, sigur Jóannes Eidesgaard, og leggur afturat, at júst henda fundamentalistiska støðan kann gerast ein trupulleiki.

Orsøkin til hetta er, at maðurin, sum ger viðmerkingina, skal gera skriviarbeiðið til hvítbókina hjá samgonguni ísambandi við »fullveldiskanningarnar«.

? Og tað síggi eg sum ein trupulleika. Tá tann, sum skal skriva frágreiðingina kemur við slíkum útmeldingum áðrenn, hvussu tryggja vit objektivitet í hansara arbeiði. Tað verður serstakliga torført, at lesa tað sum fer at standa í hvítbókini, uttan at hava hansara meinginar í bakhøvdinum, sigur Jóannes Eidesgaard, og leggur afturat, at júst hetta kann fara at gerast ein trupulleiki.

? Men eitt skal Sjúrður vit, og tað er, at tá hann kallar okkara sjálvstýrisuppskot fyri fupp og svindil, so fer tað at skaða trúðvirðið hjá samgonguni meir enn tað skaðar okkum, sigur Jóannes Eidesgaard at enda