Tvey umboð úr Føroyum vóru í Charlotte í ameriska deilríkinum North Carolina til jarðarferðina hjá heimskenda evangelistinum, Billy Graham.
Jógvan Zachariassen og Svenning av Lofti vóru til jarðarferðina, og fyrrapartin í dag vitjaði Svenning av Lofti Hilmar Jan Hansen í sendingini "Sjóðteim" til eitt prát um jarðarferðina hjá Billy Graham.
Fyri Svenning og Jógvan var talan um eina stórsligna og rørandi jarðarferð, sum veruliga hevur sett seg í minnið teirra.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Svenning av Lofti í sendingini "Sjóðteim" á Rás2 fyrrapartin.