Ein stór uppgáva verður at fáa fólk at trívast

Nýggi stjórin fyri tey trý sjúkrahúsini hevur ein stóran fyrimun og tað er, at hann kennir heilsuverkið rættiliga væl

– Ein stór uppgáva verður at fáa starvsfólkið at trívast.

 

Tað sigur Jóanis Erik Køtlum, sum nú er settur sum stjóri á Landssjúkrahúsinum og sum forstjóri fyri øll tey trý sjúkrahúsini.

 

 

Les meiri her: Her er nýggi sjúkrahússtjórin

 

 

Hann hevur ein stóran fyrimun, og tað er, at hann er gamal í garði í føroyska heilsuverkinum. Hann hevur áður verið stjóri á Landssjúkrahúsinum í tveimum umførum, og eina tíð varð hann aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, har hann eisini hevur verið fulltrúi.

 

Og nú í fýra ár hevur hann verið stjóri fyri heilsuverkið í Grønlandi.

 

– Heilsuverkið er eitt verk, eg kenni rættiliga væl og tað er ein fyrimunur, heldur hann.

 

Hann er greiður yvir, at avbjóðingin er stór, og hann sigur, at ein av teimum stóru avbjóðingunum verður at samansjóða øll tey trý sjúkrahúsini, og at lokka starvsfólk at at koma á sjúkrahúsini at arbeiða – og at fáa tey at trívast.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr nýggja sjúkahússtjóran greiða frá.