Tað var ein undarligur stemningur í gongini í niðastu hædd á Svangaskarði sunnudagin.
Føroyingarnir - ikki spælararnir, men blaðmenn og aðrir - hildu at tað var synd fyri føroyska liðið at tapa, nú tað sá út til at tað fór at eydnast at fáa eitt líkinda úrslit. Og so var tað mátin tað hendi uppá!
Kekkarnir harafturímóti stóðu og prátaðu sínamillum og smílini á andlitum teirra søgdu so mikið sum at teir vóru nøgdir, men um tað var so kundu vit bert gita okkum til, tí samrøðum teirra skiltu vit ikki eitt orð av.
Men, kekkarnir vóru ikki allir stoltir av mátanum teir fingu stig uppá.
Vit spurdu ein teirra um hvussu tað kendist nú dysturin var liðugur.
? Hetta er ein skammiligur dagur fyri kekkiskan fótbólt segði maðurin, sum arbeiðir við lýsingum fyri kekkiska fótbóltssambandið.
? Kekkar hava altíð, tað eg veit um, verið kendir fyri at verða siðiligir og skilagóðir spælarar. Hartil kemur at teir altíð hava lagt dent á »fair-play« og hava altíð víst høviskan atburð mótvegis mótspælarum og áskoðarum, sigur hann og ristir við høvdinum.
? Men tað sum vit sóðu har úti var eitt totalt samanbrot fyri kekkiskan fótbólt.
Hevur ein ikki ein løgnan smakk í munninum aftaná at hava »vunnið« ein slíkan sigur?
? Jú. Eingin ivi um tað. Tað rættvísasta úrslitið hevði verið 0-0. Veðurlíkindini gjørdu at tað var sera torført at spæla góðan fótbólt, men tað føroyska landsliðið vardi seg manniliga, sigur hann og leggur afturat:.
? Eg eri sera keddur av at tað skuldi enda so, men eg fái tíverri einki gjørt við tað.