Ein stór ørk til børnini

Leygardagin verður serstakur familjudagur í Nesvík. Tá skipar sunnudagsskúlin hjá Heimamissiónini fyri einum Nóa-degi.

- Tá vit hugsa um Nóa hugsa vit eisini um djór, siga fyrireikararnir.
Á hesum familjudegnum í leguhúsinum í Nesvík verða tí sjálvandi eisini nógv livandi djór, bæði vanlig djór og minni vanlig djór.
Millum annað verða kúgv, hestar, hundar, fiskar, kaninir og onnur djór at síggja. Ætlanin er eisini, at nøkur av djórunum fara at vísa síni kynstur, umframt at okkurt serligt verður til børnini.
Formaðurin fyri landsnevndini í sunnudagsskúlanum, Ejvind Mouritsen fer at greiða frá um skapanina, og um, tá ið Nóa fór inn í ørkina við øllum djórunum.
Í samband við framførslu sína hevur hann latið gera eitt modell av ørkini hjá Nóa við fleiri av djórunum. Hetta verður gjørt í lutfallinum 1:150, og sum verður at síggja í Nesvík henda dagin. 
Sunnudagsskúlin bjóðar kaffi, te, saft og kakur. Áðrenn tiltakið endar verður møguleiki at keypa grillaðar pylsur við breyði.
Atgongugjaldið er 20 krónur fyri hvønn.