Ein stór provokatión

Formaðurin í mentanarnevndini í løgtinginum, Andrias Petersen, heldur lítið um framferðarháttin hjá leiðsluni í SVF. - Teir taka okkum til gíslar við hasum framferðarháttinum, sigur hann

-Eg má siga, at eg undrist stórliga á framferðarháttin hjá teimum. Hatta er ómetaliga fantasileyst, um teir vænta at fáa fleiri pengar við hasum framferðarháttinum. Við núverandi búskaparstøðu kunnu vit als ikki lova teimum eina hægri játtan.
Formaðurin í mentanarnevndini í løgtinginum, Andrias Petersen, heldur lítið um framferðarháttin hjá Sjónvarpi Føroya. Hann er sannførdur um, at talan er um eina provokatión frá leiðsluni á stovninum fyri at fáa eina hægri játtan.
- Teir taka okkum til gíslar við hasum framferðarháttinum. At markið er sett til 1. oktober er sjálvsagt ikki tilvildarligt, tí júst tá verður farið undir at viðgera fíggjarlógina fyri 2005, vísir eysturoyartingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum á.

Aðrar rásir
Andrias Petersen sigur, at fremsta uppgávan hjá SVF er at upplýsandi og viðkomandi føroyskt tilfarð.
-Vit skulu sjálvsagt hava tilfar úr Danmark, men eg haldi tað er ógvuliga primitivt bert at velja eina rás. Normenn og sviar eru eisini stinnir til at gera sjónvarp, og hví ber ikki til at fáa tilfar frá teimum, spyr formaðurin í mentanarnevndini.
Spurdur, um hann væntar, at ætlanirnar hjá leiðsluni í SVF gerast veruleiki, svarar Andrias Petersen, at tað er ilt at meta um.
-Leiðslan í SVF hevur fullan avgerðarrætt í at leggja skránna, og tí kann politiski myndugleikin ikki ávirka raðfestingarnar hjá stovninum, sigur Andrias Petersen at enda.