Ein stór og djørv ætlan

Hetta vikuskiftið eru víkingadagar í Hovi

- Í Hovi herja tey á.

 

Tað staðfesti Hanna Jensen, løgtingskvinna, tá ið hon setti víkingadagarnar í Hovi seinnapartin í gjár.

 

Alt hetta vikuskiftið eru víkingadagar í Hovi, ella forna høvuðsstaði Føroya, sum hovbingar siga. Hetta er fjórða árið, at víkindadagar eru í Hovi og eitt av endamálinum er at útvega fígging til stórfingnu ætlanina, hovbingar hava, nevniliga at byggja eitt víkingaskip til føroyingar.

 

- Eg eri hugtikin av nýbrótandi ætlanini at byggja víkingaskip og av ynskinum um at endurskapa ein knørr, sum tann, ið stendur málaður fyri okkum í kvæðunum, segði Hanna Jensen.

 

- Hetta eru stórir tankar og djarvar ætlanir, sum eg havi stóra virðing fyri legði hon afturat.

 

Á víkingadøgunum, sum halda fram í dag og í morgin, ber til at sleppa ein túr á fjørðin við víkingaskipinum, Helge Ask, sum víkingasavnið í Roskilde eigur, og sum er komin alla ta longu leið til Hovs í sambandi við víkingadagarnar.

 

Fyri annars at nevna burtur úr rúgvuni, sleppa børnini eisini ein túr við sluppini, Johonnu, í fjørðin at fiska, men annars er víkingamarknaður eisini í Hovi, har mangt heimavirki er at fáa.

 

Gonguferð verður runt til nøkur av teimum søguligu støðunum í Hovi, men vil onkur eisini hava at vita, hvussu framtíðin fer at laga seg, ber til at støkka inn á gólvið hjá íslendsku vølvuni, Súsanna Vígdá.

 

Somuleiðis fara víkingar at vísa fram vápnaleik, víkingaskúli verður fyri børn, har tey sleppa at læra at brúka svørð og skjøldur, og tey sleppa eisini at kasta við spjóti og at skjóta við boga.

 

Teir vaksnu víkingarnir, sum eru bæði føroyingar, íslendingar, norskir, og aðrastaðni frá, fara at kappast ov at vísa vápnaleik, og tað verður eisini ein kapping ímillum sterkar menn.

 

Og um kvøldið verður bæði føroyskur dansur, enskur dansur, og hugni rundan um bálið, umframt onnur tiltøk.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir frá tiltakinum í Hovi. Myndirnar eru frá í gjárkvøldið, men hildið verður fram í dýrdarveðrinum í allan dag og í allan morgin