Ein stór løta fyri øll

Lærarar og næmingar komu í dag inn á Skúlan á Fløtum

– Tað er simpulthen so stórt.

Soleiðis sigur Regin Marnersson, skúlastjóri á Skúlanum á Fløtum, nú allur næminga- og lærarahópurin gekk inn í stóra og nýggja skúlan fyrrapartin í dag.

– Hetta er fantastiskt. Heilt ótrúligt. Vit hava glett okkum tað mesta av tveimum árum, meðan vit hava sæð bygningin koma upp. Nú er hann so klárur, og hetta er dagurin, tá vit flyta inn, sigur Regin Marnersson.

Klokkan 10:20 savnaðust allir næmingarnir og allir lærararnir uttan fyri gamla venjingarskúlan á Frælsinum, haðani skrúðgonga gekk niðan á nýggja skúlan.

Eingin undirvísing stóð á skrá í dag, og fyrsti dagurin verður sum heilt brúktur til at læra nýggja skúlan at kenna.

– Í dag siga vit teimum gomlu bygningunum farvæl og heilsa tí nýggja vælkomnum. Nú skulu vit runt í bygninginum í dag, og dagurin snýr seg onkursvegna um at koma inn og finna útav øllum tí praktiska; hvørjar hurðar eru hvar, hvar er mín garderoba, hvar er vesið, hvar serhølini eru. Tað er dagurin í dag, og í morgin byrjar fyrsti vanligi skúladagurin, sigur Regin Marnersson.

Tað er heldur ikki løgið, tí talan er um ein stóran skúla, og tað tekur eina løtu at ganga úr enda í annan. Tað merktiskt eisini á næmingunum, at nógv var at rannsaka, og næmingarnir tysjaðu aftur og fram at kanna hvønn krók á skúlanum.

Meðan fyrsta uppgávan hjá næmingunum er at finna útav, hvar tey hoyra heima í spennandi nýggja skúlanum, er fyrsta uppgávan hjá Regini Marnerssyni at heilsa upp á øll og bjóða teimum vælkomnum.

Og hóast tað er við sorgblídni at siga gomlu skúlunum farvæl, so tað gleðin yvir nýggja skúlan, sum er avgerðandi í dag.

– Gleðin við at koma inn í tann nýggja skúlan skuggar yvir alt annað í løtuni. Men tað er sjálvandi ein lang skúlasøga í teimum bygningunum, sum vit fara úr. So tað er eisini sorgblítt. Men sum sagt, gleðin at koma inn í hetta nýggja yvirskuggar alt annað beint nú, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri á Skúlanum á Fløtum.