Ein stór bryggja í Kollafirði

Á fundi mánakvøldið samtykti havnanevndin hjá Tórshavnar Býráð at binda bryggjurnar í Kollafirði og á Langasandi saman, so talan verður ein bryggjukant.

Virksemi á havnalagnum í Kollafirði er støðugt vaksandi bæði hjá Samskip og Kollafjord Pelagic, og tí er tørvur á eini útbygging av bryggjuni, sigur Leivur Hansen, formaður í havnanevndini.

Bjóða út í næstum
Í løtuni er talan í veruleikanum um trý ymiskar bryggjukantar millum Langasand og Kollafjørð, men ætlanin er so, at hesir tríggir bryggjukantar skulu bindast saman, og tað er tað, ið havnanevndin samtykti í gjár.
Sum nú er, eru tvey glopp upp á ávíkavist 60 og 100 metrar millum teir ymisku bryggjurnar, og tað eru hesi glopp, ið skulu fyllast upp.
Leivur Hansen sigur, at tað hevur verið eitt ynski frá fyritøkunum, sum dagliga halda til á havnalagnum, at arbeiðið verður gjørt, tí tað hevði gjørt tað munandi arbeiðsligari á økinum sambært fyritøkunum. Nógv skip vitja Kollafjørð, og tað er væntandi, at skipini gerast upp aftur fleiri næstu árini.
Arbeiðið upp á bryggjuna í Kollafirði verður bjóðað út í næstum, og Leivur Hansen sigur, at tað væntandi fer at kosta einar 20-25 milliónir krónur.