– Málið um at byggja eina stóra hitamiðstøð í Klingruni í Hoyvík vendir skeivt, alt sum tað er, siga eigarafeløgini, sum bæði kæra umhvørvisgóðkenningina og savna undirskriftir.
Seinnapartin handaðu umboð fyri eigarafeløgini í Hoyvík Umhvørvisstovuni eina kæru móti tí umhvørvisgóðkenning, sum Umhvørvisstovan longu hevur givið til at byggingin kann fara ígongd.
Hetta er aðruferð, at Umhvørvisstovan gevur sína umhvørvisgóðkenning, hesaferð við nógv fleiri treytum enn fyrruferð. Men tað loysir ikki grundleggjandi trupulleikan, sigur Niclas Johannesen, sum saman við Lis Mortensen umboðar eigarafeløgini í Hoyvík:
– Hetta er ein spurningur um sunna fornuft. Ein dálkandi, oljubrennandi hitamiðstøð skal ikki liggja mitt í einum íbúðarøki, beint upp at einum dagstovni og har børnini annars spæla, siga Lis Mortensen og Niclas Johannesen.
Tey geva lítið fyri tær tillagingar, ið er gjørdar í byggiætlanini, frá hon fekk fyrru til seinnu umhvørvisgóðkenning.
– Tað er sum at fara frá at roykja prince til prince light. Tað gongur also ikki, sigur Niclas Johannesen.
Eigarafeløgini í Hoyvík hava higartil savnað okkurt um 600 undirskriftir móti ætlanini at byggja hitamiðstøð í Hoyvík.
Les eisini: Eigarafeløg vilja ikki gevast
Eisini siga tey seg hava fingið lovað ein fund við Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, um málið. Enn er tó eingin fundardagur ásettur.
– Hetta snýr seg um at nærdemokratiið má sleppa til orðanna. Í løtuni vendir alt øvugt, siga Lis Mortensen og Niclas Johannesen.
Til ber at lesa kæruna frá eigarafeløgunum við at TRÝSTA HER.
Hoyr samrøðu við Lis Mortensen og Niclas Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini.