Ein spurningur um rættvísi....

- Hevði Atlantic Airways havt møguleika til at givið eina betri tænastu í privatum hondum ella almennum??

Tað eru fyrimunir og vansar við báðum møguleikum, men tað er eingin ivi um, at privatiseringin má vera eitt mál, sum føroyingar sjálvir og myndugleikarnir gera av.

 

Í 2007 kom landsstýrið til ta niðurstøðu, at Atlantic Airways hevði verið rikið betur sum eitt privat partafelag, og eins og í nógvum øðrum londum í Vesturheiminum, varð farið undir privatisering. Tískil bleiv tað kunngjørt, at landið fór at selja helmingin av Atlantic Airways, og at hetta skuldi seljast í stigum, til privatar íleggjarar.

 

Landsstýrið gav út eitt prospekt vegna fyrsta stigið av søluni, sum svaraði til 33% av partabrøvunum. Prospektið lýsti treytirnar fyri partabrøvini, vinnuligu aktivitetirnar hjá fyritøkuni umframt fíggjarligu korini.

Eitt prospekt er eitt sera týdningarmikið juridiskt skjal, sum fungerar sum ein sáttmáli ímillum seljaran, í hesum førinum landsstýrið og áhugaðar keyparar. Skrivað stendur: »Tú skal kunna líta á, at upplýsingarnir í prospektinum eru eftirfarandi, tá tú skal taka støðu til, um íløgan skal gerast ella ikki.«.

 

Í 2007 var ein sera týdningarmikil og afturvendandi spurningur frá áhugaðum íleggjarunum, nevniliga um landsstýrið hevði ætlanir at nýta teir írrestandi 2/3 av partabrøvunum til at stýra fyritøkuni. Íleggjararnir vildu eisini vita, um ætlanin var at halda fram við søluni, til helmingurin av partabrøvunum vóru í privatum hondum.

 

Fyri at tryggja íleggjarunum omanfyristandandi punktir, segði táverðandi landsstýrismaðurin, at ivaleyst skuldi haldast fram við privatiseringini til 2/3 av partabrøvunum í Atlantic Airways, til tey vóru hjá privatum íleggjarum. Íleggjararnir trúðu fult og fast upp á hesi orð. Eg valdi at gera íløguna, tí at eg helt, at fyritøkan hevði eina sera sterka leiðslu, og at útlitini fyri vøkstur vóru góð, serliga eftir at hon var í privatum hondum og ikki stýrd av landinum.

 

Í seinastuni hevur man sæð nógv alment kjak um landsstýrismannin í vinnumálum, Jóhan Dahl og hansara ætlanir um at skifta ávísar nevndarlimir út við aðrar, sum hann sjálvur skuldi velja. Jóhan Dahl er ónøgdur við ávísar partar av fyritøkuni og væntar, at ein nýggj nevnd, sum hann sjálvur setur, skal rætta upp á tey mál.

 

Eg haldi, at leiðslan í Atlantic Airways hevur gjørt eitt sera stórt og gott arbeiði, í einum truplum tíðarskeiði, men tað hevur í roynd og veru ongan týdning. Spurningurin er, um landsstýrismaðurin skal umboða leiðsluna í fyritøkuni ella kanska eina nevnd, sum hann sjálvur hevur valt.

Tað, sum Jóhan Dahl hevur ætlanir um, er júst tað, sum Føroya Landsstýri lovaði ikki at gera, tá ið partabrøvini blivu seld privatum íleggjarum. Hetta er tó einans ein av fleiri feilum, ið landsstýrið hevur gjørt, sum mótsigur prospektið:

 

- Privatiseringin hevur ikki hildið fram, sum annars lovað, og landsstýrið í dag veit ikki eingang, um tey írrestandi partabrøvini skulu seljast

- Jóhan Dahl og onnur landsstýrisfólk hava havt nógvar almennar atfinningar um Atlantic Airways

- Landsstýrið hevur fyri stuttum flutt Vága Floghavn til ein myndugleika, ið hoyrir beinleiðis til landsstýrið og síðani givið loyvi til ein Duty-free handil, har alt yvirskotið fer frá flogfelagnum til landsstýrið – ikki júst tað, vit kunnu bólka undir »armslongdarprinsippið«.

- Nú ætlar Jóhan Dahl at yvirtaka alla leiðsluna av fyritøkuni við at seta hansara egnu nevnd.

 

Tað undrar neyvan nakran, at hendan gongdin hevur lækkað um virðið av partabrøvunum. Vildi nakar í grundini havt keypt, um ein visti, at landsstýrið hevði ætlanir at reka fyritøkan, sum tað hevur gjørt???

 

Í 2007 gav landsstýrið eitt lyfti, sum íleggjarar trúðu uppá. Um umstøðurnar eru broyttar so nógv, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, ikki kann halda tey lyfti, so er minsta kravið, at hann tekur samband við teir íleggjarar, sum vístu landsstýrinum álitið við at keypa partabrøv. Hann skuldi bjóðað teimum at keypt partabrøvini aftur fyri upprunaliga kursin ella broyta partabrøvini til ikki at hava atkvøðurætt, fyri eina ávísa rentu. Síðani kann hann leiða fyritøkuna sum honum lystir.

 

 

 

---

 

FAKTA:

Adrian Noskwith er ein privatur íleggjari í Atlantic Airways